– Áhugin var stórur, tá ið ÍSF søkti eftir nýggjum aðalskrivara, og nú fegnast vit um at kunngera, at vit hava sett Maritu Debess Magnussen í starv. Hon hóskar sera væl til profilin, vit søktu, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF
Hon kemur til ÍSF úr einum starvi sum leiðari á eini altjóða verkætlan, umframt at hon situr í nevndunum í Thetis og Krafta Energy. Hartil hevur hon verið forkvinna í fótbóltsfelagnum B36, men tað sigur hon frá sær, nú hon tekur við starvinum sum aðalskrivari í ÍSF.
Marita hevur eitt stórt netverk og gott innlit í politiskar og samfelagsligar skipanir. Nógv kenna hana helst frá tíðini við korona, tá ið hon átti og rak rannsóknarstovuna Thetis.
Av útbúgvingum hevur Marita eina PhD í Heilsuvísindi, umframt at hon er kandidatur í Medisinskari Mikrobiologi og Bsc í Lívfrøði.
Sjálv sigur Marita Debess Magnussen, at hon søkti starvið, tí hon vil gera ein veruligan mun fyri føroyskan ítrótt.
– ÍSF hevur eina lyklarollu í at menna bæði breiddina og úrvalið, og eg síggi ein stóran møguleika at styrkja samstarvið, økja um inntøkurnar og skapa betri karmar fyri feløg, sambond og sjálvboðin. Eg síggi fram til at arbeiða strategiskt og miðvíst, so føroyskur ítróttur stendur enn sterkari, bæði heima og altjóða, sigur nýggi aðalskrivarin í ÍSF.
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, fegnast um nýggja aðalskrivaran.
– Vit ynsktu ein ágrýtnan og virkisfúsan aðalskrivara, sum áhaldandi kann vera við til at menna ÍSF og føroyskan ítrótt sum heild. Tað eru vit sannførd um, at Marita kann. Hon dugir eisini at síggja týdningin av samspælinum millum breiddina og tey bestu. Vit gleða okkum til fáa Maritu í ÍSF-toymið, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
Marita Debess Magnussen tekur við starvinum sum aðalskrivari í ÍSF 1. mai í ár.










