B36 skrivar á facebookvanga sínum:
- Aðalfundur var í B36-húsinum í kvøld.
Frammanfyri mongu fundarfólkunum tók Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, saman um árið í fjør, ið sum heild hilnaðist væl. Fyri einum góðum ári síðan legði nevndin eina aðra kós bæði ítróttaliga og fíggjarliga, og lunnar eru lagdir undir eina spennandi framtíð. Ungdómsfótbólturin í B36 hevur tað gott, og bygnaðurin í felagnum er styrktur. Eisini vóru tiltrongdar umvælingar gjørdar í B36-húsinum, har tekjan er skift, og eitt framkomið skrivstovuhøli fer at standa liðugt í næstum.
Roknskapurin var síðan lagdur fram. Avlopið í 2025 var 233 túsund krónur.
Eftir tvey ár sum kassameistari valdi Jaspur Enghamar ikki at taka við afturvali, og B36 takkaði honum fyri gott arbeiði. Maj-Britt Hellisdal og Uni Holm Johannesen stóðu fyri vali, og tey halda bæði fram í nevndini.
Tann 28. mars í ár verður B36 90 ár, og nógv verður gjørt burturúr. Á aðalfundinum fekk fundarfólkið eisini innlit í, hvørji tiltøk verða á skránni.
Nevndin hevur skipað seg við Maritu Debess Magnussen sum forkvinnu. Hetta verður hennara fjórða ár í sessinum. Í nevndini eru eisini Uni Holm Johannesen, næstformaður, Ruben Haraldsen, kassameistari, Maj-Britt Hellisdal, skrivari, Sissal Kristiansen, nevndarlimur, og Sigurd Rasmussen, nevndarlimur, sum vantar á myndini. Skrivar B36.











