Sunnudagin hin 1. mars frá klokkan 15-17 skipar Vága kommuna fyri heiðurstiltaki fyri Knúti Olsen, og tiltakið verður Úti á Gjógv í Sandavági.
- Við hesum ynskir kommunan at vísa takksemi fyri tað stóra og drúgva íkast, sum Knút Olsen hevur givið føroyskum mentanarlívi.
Í kommununi vísa tey á, at Knút, sum er ættaður úr Sandavági, hevur í áratíggju havt ein týðandi leiklut í føroyskum tónleiki.
- Hansara løg eru vorðin partur av okkara felags mentanararvi og verða sungin í mongum ymiskum høpum – í skúla, kirkju og felagstiltøkum.
Umframt sítt tónleikaliga virki, hevur Knút eisini latið úr hondum eitt týðandi bókmentaligt íkast við týðingum av altjóða klassikarum, sum hava styrkt føroyskt mál og gjørt týdningarmiklar søgur atkomuligar á føroyskum.
- Gjøgnum alt sítt virki hevur hann víst dygd og ábyrgd – og verið við til at skapa varandi virðir í føroyskum mentanarlívi.
Í Vága kommunu siga tey, at heiðurstiltakið byrjar klokkan 15.
- Tá fer Tórður Mikkelsen at leiða okkum gjøgnum dagin sum vertur. Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fer at bjóða vælkomin, og Sigfríður Olsen fer at siga nøkur orð um bróðurin Knút.
Seinni fer Leif Hansen at hugleiða um Knút sum tónaskald.
Á skránni verða eisini fleiri tónleikainnsløg, eitt nú klaverframførsla við Mattiasi Kapnas. Vágakórið fer at luttaka, og Jensina Olsen fer at syngja tveir sangir, og dagurin endar við felagssangi saman við Spælimonnunum á Sýnini.
- Í steðginum verður kaffi, og høvi verður at hittast og heilsa.
Í Vága kommunu siga tey, at tiltakið verður skipað sum standandi samkoma, og tiltakið er alment, har øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til at heiðra Knút Olsen og hansara lívsverk.
Lagt verður aftrat, at tað er ókeypis at luttaka á heiðurstiltakinum, men tað er avmarkað við plássi, og ti er tilmelding neyðug.
Um heimasíðuna - www.vaga.fo - ber til at tilmelda seg til heiðurstiltakið fyri Knúti Olsen.











