Tað sigur Ruth Vang,landsstýriskvinna, í svari til grein 52a fyrispurning frá Karlot Hergeirssyni, sum hevur spurt hana um at broyta ferðaætlan til Nólsoyar
Fyrispurningurin hjá Karlot Hergeirssyni er soljóðandi:
1. Kann Teistin á nólsoyarleiðini sigla eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan, sum Sam hevur á kalsoyarleiðini, uttan hetta gongur út yvir hvílutíðina?
2. Hvat hevði tað kostað í eyka útreiðslum til olju og annað hjá Teistanum at siglt eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan sum Sam, um Nólsoyarfjørð?
3. Finst fígging til svar til spurning 2 á verandi fíggjarlóg, um man hyggur, hvat eigur at vera útyvir á kalsoyarleiðini, nú tá ikki bæði Teistin og Sam eru á leiðini?
Í svarinum sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, at tað ber til at seta Teistan á nólsoyarleiðina at sigla eftir somu, ella nærtil somu, ferðaætlan, sum Sam hevur á kalsoyarleiðini.
– Strandferðslan hevur upplýst, at við smærri tillagingum ber til at sigla á nólsoyarleiðini eftir galdandi vetrarferðaætlan á kalsoyarleiðini. Orsakað av, at siglingartíðin á kalsoyarleiðini er umleið 20 minuttir hvønn vegin og á nólsoyarleiðini umleið 30 minuttir hvønn vegin, er neyðugt, at seinasta fráferðin í ferðaætlanini av Havnini verður flutt fram til kl. 21:45, sigur hon.
– Skal summarferðaætlanin á kalsoyarleiðini setast í verk á nólsoyarleiðini, merkir tað, at ein manning má setast afturat. Sama er galdandi, um fleiri túrar skulu setast inn í verandi ferðaætlan á nólsoyarleiðini, um galdandi ásetingarnar um hvílitið og annað skulu haldast, sigur Ruth Vang.
Í svarinum til teir báðar seinnu spurningarnar vísir Ruth Vang á, at um vetrarferðaætlanin á kalsoyarleiðini verður sett í verk um nólsoyarfjørð við Teistanum í sigling, er kostnaður til olju og annað áleið tann sami sum við verandi ferðaætlan á nólsoyarleiðini.
– Verður summarferðaætlanin á kalsoyarleiðini nýtt á nólsoyarleiðini alt árið, eru eyka útreiðslurnar til olju og annað áleið 700 tús.kr. Harumframt skal ein manning setast afturat.
– Mettur kostnaður av hesum er 5-6 mió. kr. um árið, harav tað mesta er til lønir. Játtanin hjá Strandfaraskipum Landsins røkkur ikki til hetta, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svarinum til Karlot Hergeirsson.











