Vinna
Tað verður 40 ára gamla Marita Rasmussen, sum kemur at hava ovastu dagligu leiðsluna í Vinnuhúsinum, nú Jan Mortensen, sum seinastu árini hevur verið ímyndin av Vinnuhúsinum, fer í annað starv.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur sett hana sum nýggjan stjóra.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, sigur seg onga løtu ivast í, at felagið hevur sett ein persón við røttu eginleikunum til at røkja áhugamálini hjá vinnuni og at vera framsøgufólk fyri vinnusjónarmið, sum hann tekur til.
Røttu førleikarnar
Vit hava spurt Maritu Rasmussen, hvørjar útbúgvingar-og arbeiðsroyndir hon hevur, sum geva henni førleikar til at átaka sær dagligu leiðsluna í Vinnuhúsinum.
- Seinastu trý árini havi eg starvast sum samskipari í Vinnuhúsinum og havi serliga tikið mær av áhugamálunum hjá Ráfiskakeyparafelagnum, Havbúnaðarfelagnum og KF-felagnum.
Um aldarskiftið var Marita eisini í eitt tvey ára skeið í Vinnuhúsinum sum samskipari, og hon hevur eisini arbeitt í Fiskimálaráðnum.
- Av øðrum starvsroyndum kunnu nevnast, at eg havi arbeitt við sølu-og marknaðarføring av alifóðuri, havi verið samskipari innan fiskivinnugransking, havi arbeitt sum ráðgevi og havi verið góðskuleiðari hjá Føroya Fiskavirking.
Marita er útbúgvin fiskivinnufrøðingur á lærda háskúlanum í Tromsø í 1993. Umframt hesa útbúgving, hevur hon eisini tikið Master of Management við Robert Gordon University í Aberdeen.
Komandi stjórin í Vinnuhúsinum hevur sitið í fleiri álitisstørvum og nevndum, eitt nú Føroyagrunninum, Landsbankanum og Vinnuframagrunninum. Tá ið hon tekur við stjórastarvinum í Vinnuhúsinum, tekur hon seg úr nevndini í Føroyagrunninum, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag metir ikki, at nevndir í privatu vinnuni sampakka við stjórastarvið.
Uppgávur hjá Vinnuhúsinum
Marita sigur, at so hvørt, sum samfelagið gerst meira fløkjasligt við høvum av lógum og reglum, sum skulu haldast, er tørvurin hjá vinnuni at leita sær ráðgeving vaksin.
- Vit kunnu sjálvandi ikki svara øllum spurningum, men Vinnuhúsið hevur fingurin á pulsinum og kann leiðbeina um, hvar vinnan kann leita sær, um vit ikki sjálvi megna at ráðgeva til fulnar, sigur hon.
Hon vísir á, at Vinnuhúsið fegið vil viðgera allar spurningar, sum hava týdning fyri vinnuna ella ávísar vinnubólkar.
- Koma virkir út í trætur við myndugleikar ella fakfeløg um mál, ið hava almennan áhuga fyri vinnuna, kann Føroya Arbeiðsgevarafelag taka um endan og – um neyðugt – fara í rættin við málum.
Tænastur, sum Vinnuhúsið veitir, eru tengdar at limaskapi í feløgunum, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Eisini lobby-arbeiði
Marita sigur, at sum meginfelag fyri vinnuna, tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum, og felagið leggur eisini upp til at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum myndugleikar seta í verk.
- Vit vilja virka fyri, at nýggjar lógir og reglur ikki darva vinnuni, men tæna henni. Vinnufeløg eru umboðað í nógvum ymiskum nevndum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og soleiðis eisini framtíð okkara. Vit virka fyri, at vinnusjónarmið verða hoyrd, soleiðis at tað framyvir gerst liviligt fyri fólk við fyritakssemi og hugskotum. Vit ynskja soleiðis eisini at hava okkara ávirkan á vinnuligar útbúgvingar.
Marita vísir á, at ein av stóru uppgávunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er at gera sáttmálar við løntakarafeløgini, og her leggur felagið dent á at tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og at tálma lønarvøkstri.
- Ein stórur partur av okkara arbeiði er at veita kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskifti og vísa á tann týdning, sum vinnan hevur fyri samfelagið.
Sambindingarlið
Hon vísir eisini á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum industry.fo og ta kunning, sum felagið hevur um aðrar miðlar.
- Vinnuhúsið virkar eisini sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, eitt nú gjøgnum samstarv, sum vit hava við vinnufeløg í okkara grannalondum. Men tað eru eisini útlendsk feløg, sum venda sær til okkara, tí tey ynskja samstarv við føroyska vinnu.
Marita sigur, at Vinnuhúsið er miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, har bond verða knýtt millum leiðarar í privatu vinnuni.
- Vit hava eisini sett arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum, sigur Marita Rasmussen.
Tað kennist væl
Komandi stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at tá ið hon frætti, at Jan Mortensen hevði gjørt av at fara úr sínum starvi, var hon ongantíð í iva um, at hetta júst var nakað, sum hon kundi hugsað sær.
- Tað kennist væl at hava fingið til uppgávu at leiða Vinnuhúsið inneftir og úteftir. Í mínum starvi eri eg komin at kenna vinnuna og vinnufeløgini rættiliga væl, og eg veit eisini, hvussu Vinnuhúsið arbeiðir.
Tað er nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er arbeiðsgevari hjá Maritu Rasmussen, og hennara uppgáva verður í fyrsta lagi at fremja tað í verki, sum nevndin setir út í kortið.
- Eg vænti, at vit fáa eitt gott samstarv. Tey kenna meg, og eg kenni tey. Hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg til nýggju avbjóðingina.
Marita heldur nógv um tað arbeiði, sum Jan Mortensen hevur gjørt fyri Vinnuhúsið og tey feløg, sum standa aftanfyri.
- Eg haldi, at Jan hevur verið óførur sum ímyndin av Vinnuhúsinum. Hann hevur staðið á odda fyri at bygt hetta konseptið upp. Vit hava arbeitt ógvuliga væl saman, og eg eri fegin um hesa tíðina, vit hava samstarvað.
Marita sigur, at hon hevði ikki væntað, at Jan
fór at gevast í Vinnuhúsinum nú, men tá ið tú hevur verið í einum slíkum starvi í 10 ár, so kunnu vit heldur ikki siga, at tað er púrasta óvæntað.
Visti av ongum
- Men eg visti av ongum og hevði ongan varhuga av, at stjórin hjá okkum var á veg í annað leiðarastarv, sigur Marita Rasmussen, sum nú skal lyfta arvin eftir Jan Mortensen frá 1. januar 2008 at rokna.
Í Vinnuhúsinum arbeiða fimm fólk í løtuni, og ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at finna okkurt fólk aftrat, sum hevur ein førleika, ið gevur Vinnuhúsinum neyðugu breiddina til at røkja sínar uppgávur.