Marita og liðfelagarnir hava vunnið næstbestu donsku hondbóltsdeildina

Fýra umfør eru eftir at leika, men HØJ hevur longu tryggjað sær fyrsta plássið

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ kunnu í kvøld hátíðarhalda, at tær hava vunnið næstbestu donsku hondbóltsdeildina. Hetta hóast fýra umfør eru eftir at leika. 

 

HØJ vann í dag á heimavølli trivaligan 30-22 sigur á Ringsted. Í steðginum var HØJ frammanfyri 17-10.

 

Marita skoraði trý mál.

 

HØJ er fremst í deildini við 33 stigum fyri 18 dystir. Holstebro er nummar tvey við 24 stigum fyri 18 dystir. Holstebro kann í mesta lagi røkka 32 stigum.

 

In.fo ynskir Maritu og liðfeløgunum hjartaliga tillukku við at hava vunnið næstbestu donsku hondbóltsdeildina. 

 

##med2##

 

Liðið hjá Lív og Vár Zachariasen, Ajax er nummar trý í deildini við 22 stigum.

 

Ajax vann á heimavølli 29-27 (14-14) á Randers. Vár var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ajax. 

 

Ajax má stríðast fyri at enda á øðrum ella triðja plássinum, og harvið fáa rættin at spæla uppflytingardystir. AGF á fjórða plássinum hevur eisini 22 stig, og Rødovre á fimta plássinum hevur 21 stig, so tað er ein hørð kapprenning um annað og triðja plássið.