Marita skoraði fimm mál fyri Vendsyssel

Marita Mortensen ger um seg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vann Vendsyssel ígjár greiðan 28-19 heimasigur á Hadsten. Í steðginum var Vendsyssel á odda 12-8.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Marita Mortensen gjørdi vart við seg við at skjóta fimm mál fyri Vendsyssel.

 

Vendsyssel er nummar seks í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir. 

 

Hesar fimm fyrstu dystirnar hevur Marita Mortensen skotið 11 mál fyri Vendsyssel, so dysturin ígjár var hennara besta hál higartil í kappingini. 

 

Komandi leygardag spælir Vendsyssel á útivølli móti Bjerringbro.