Marita Mortensen og liðfelagar hennara í HØJ spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í høllini í Ølstykke tapti HØJ greitt 29-38 fyri Ikast. Í steðginum var HØJ á odda 16-12.
Marita skoraði fimm mál og var næstbesti málskjúttin hjá HØJ. Marita legði eisini upp til tvey mál (assist), og hon vann eisini liðnum eitt brotskast. Toppskjútti hjá HØJ við seks málum var Clara Kvisgaard.
HØJ er triðaftast í deildini við seks stigum. HØJ hevur tó bert eitt stig upp til liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.











