Marjun hjá Hess er favoritturin

Hóast tað er eitt vónbrot, at hvørki Statoil ella BP funnu lønandi oljufelt í fyrstu boringum sínum so heldur norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang tó, at prógvini um eina virkna oljuskipan eiga at geva vónir. Hann dylur ikki yvir, at Marjunbrunnurin hjá Amerada Hess samtakinum alla tíðina hevur verið hansara favorittur

 

Oljuleiting

 

 

 

 

 

-Sjálvandi er ein vónsvíkin, tí man hevði jú vónað, at hetta varð eitt lønandi fund, men øll orsøk er kortini til ikki at vera vónsvikin, tí olja er staðfest - um ikki í lønandi mongdum. Har eru eisini staðfestar sandgrýtisfláir, og tað gevur okkum vón um, at tað er møguleiki at finna lønandi oljufelt á føroyska landgrunninum sigur norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, sum hevur arbeitt við føroysku undirgrundini í nógv ár. Hann var leitistjóri hjá fyrrverandi norska oljufelagnum Saga, sum í fleiri ár gjørdi umfatandi kanningar av føroysku undirgrundini.

 

 

 

Terje Hagevang sigur seg ikki vita, hvat Statoil fann í sínum brunni, men eftir tíðindaskrivinum nú um BP brunnin at døma er tað fyri fyrstu ferð váttað, at tað finnast sandgrýtisfláir við olju. Funnust hesar ikki kundu føroyingar nevniliga gloymt alt um olju við Føroyar.

 

 

 

Terje Hagevang heldur, at tað er sera áhugavert at hoyra, at tað nú er prógvað, at tað finst ein virkin oljuskipan í føroyska økinum tvs. at tað er prógvað, at her er eitt keldugrótslag, sum hevur kunnað framleitt olju.

 

 

 

Norski jarðfrøðingurin, sum hevur fylgt væl í gongdini á Atlantsmótinum og her ikki minst í økjunum, har olja er funnin vestan fyri Hetland heldur, at tað er ikki ómøguligt, at tað, sum hendi, tá oljufeltið Foinaven varð funnið, kann endurtaka seg á føroyskum øki.

 

 

 

Søgan er nevniliga tann, at tá fyrsta lønandi oljufeltið Foinaven varð funnið fyrst í 90-unum varð ikki rakt við nevniverdugar mongdir av olju í tí fyrsta brunninum. Olja varð funnin í sandi frá paleocen-tíðini, men hann var tunnur og oljulagið somuleiðis. Hildið varð tó, at her vóru møguleikar og arbeitt varð tí meira við seismikkinum og jarðfrøðini aftaná fyrstu boringina fyri at gera sær eina betri mynd av staðnum. Umleið eitt ár seinni varð ein nýggjur brunnur boraður og Foinaven feltið varð loksins funnið. Tað var so eisini BP, sum stóð fyri tí. Terje Hagevang heldur, at í besta fall er tað henda sama gongd vit nú uppliva í Føroyum. Men sum ein, ið hóast alt stendur á síðulinjuni og eygleiðir gongdina, vil hann tó ikki gera seg so fullklókan uppá tað. Svarið mugu vit fáa frá BP fólki.

 

 

 

Eftir vánaliga úrslitið av Statoilboringini herfyri úttalaði sami Terje Hagevang seg til Sosialin og metti hann, at ein av teimum trimum boringunum í ár átti at geva úrslit. ?Sjálvandi kanst tú einki siga við vissu, men hagtalsliga sæð eigur triði hvør brunnur í Gullhorninum at verða eitt lønandi fund, so nú mugu vit so seta vónirnar til brunnin hjá Amerada Hess samtakinum sigur hann.

 

 

 

-Alle gode gange tre. Eg haldi hetta sær sera lovandi út fyri Amerada Hess, og tá eg nú fái spurningin, hvør av teimum trimum brunnunum, sum eru og verða boraðir í ár, er tann mest lovandi, so hevur tann hjá Hess alla tíðina verið mín favorittur. ?Eg verði tí ikki kløkkur verður olja funnin har.

 

 

 

Terje Hagevang sigur víðari, at hóast Gullhornið er eitt lovandi øki, so er tað meira komplext enn onkur man halda. Tað er ikki bara at sammeta tað við Foinaven og Schiehallion og so halda, at allar súðir eru syftar. Her krevst eitt stórt leitiarbeiði.

 

 

 

-Men verður als einki lønandi fund gjørt í hesum umfarinum eiga vit so avgjørt ikki at avskriva hvørki Gullhornið ella aðrar partar av landgrunninum. Tí hetta vóru góð tíðindi hóast alt. Terje Hagevang heldur, at fleiri áhugaverd øki eru inni á føroyska landgrunninum longur norður vit koma. Tí setir hann eisini stórar vónir til eitt nú boringarnar hjá Texaco á bretsku síðuni, sum helst verða í næsta ár. Tær kunnu eisini geva góðar ábendingar um, hvørji øki eru skilagóð at hava við í næstu útbjóðing.