Marjun Patursson landsbókavørður

Mentamálaráðið hevur gjørt av at seta Marjuna Patursson í starvið sum landsbókavørður Marjun Patursson, sum er 54 ára gomul, er útbúgvin bókavørður frá Statens bibliotekskole í Oslo, og á master útbúgvingini í bókasavns- og kunningarvísund við Danmarks Bibliotekskole hevur hon staðið modulini vitanarskipan og bókasavnsleiðslu, sigur mantamálaráðið.

Tá landsbókavørðurin seinastu nógvu árini, Martin Næs, í desember 2007 tók við deildarstjórastarvi í mentamáladeildini á mentamálaráðnum, varð Marjun Patursson sett sum virkandi landsbókavørður.

Hon hevur verið í starvi sum bókavørður á Føroya landsbókasavni síðan 1982. Í tveimum umførum hevur hon verið avloysari fyri 1. bókavørð og í tveimum umførum verið virkandi landsbókavørður. Harumframt var hon leiðari fyri verkætlanina at samskipa føroysku bókasøvnini í felags bókasavnsskipanina Bókasøvn.fo.

Í 2008 varð Marjun Patursson tilnevnd sum limur í Føroya vísindaráð.

Marjun Patursson tekur við starvinum beinanvegin, stendur í tíðindaskrivi frá mentamálaráðnum.