Mark gevst sum venjari hjá Burn-liðnum hjá H71

Mark Lausen-Marcher fer at raðfesta familjuna

Mynd: H71

H71 skrivar: -

 

Mark gevst sum venjari hjá H71 monnunum

 

Steypafinalan har H71 vann á Víf verður tann seinasti dysturin á hesum sinni, at Mark Lausen-Marcher stóð á odda hjá Burn monnunum.

 

Mark ásannar at tíðin røkkur ikki longur til, og at hann kennir, at tíðin nú er komin at raðfesta familjuna. Hann fegnast í fráboðan til leikarar okkara um tíðina, sum hann er sloppin at verða partur av hesum hópi bæði til venjing, dystir og uttanfyri vøllin.

 

Vit í H71 takka Mark hjartaliga fyri hansara stóra íkast til felagið, og ynskja honum blíðan byr.

 

Djóni Gaard Joensen heldur áfram sum høvuðsvenjari, og arbeitt verður við at finna avloysara fyri Mark. Skrivar H71.

 

Mynd: H71