Mark Hughes vil hava útlendskar dómarar í Premier League

Blackburn-venjarin vil síggja útlendskar toppdómarar døma í Premier League skjótast til ber. Mark Hughes heldur, at leikarnir í Premier League høvdu havt nógv størri virðing fyri teimum evropeisku toppdómaranum, enn teir hava fyri ensku dómarunum. ?Tað kann meir enn so henda seg, at teir dómarnir vit síggja á ensku leikvøllunum eru blivnir alt ov kendir við summar leikarar, tí teir møtast jú fleiri ferðir um árið. Og tað er sjálvsagt, at hetta ávirkar dømingina. Tí eiga vit at opna fyri møguleikanum, at dómarar úr øðrum londum kunnu døma dystir í Premier League.? Mark Hughes heldur eisini, at dómarar úr øðrum evropeiskum londum eru betri til at sláa niður á tað harða spælið, og at geva gul og reyð kort tá tað er neyðugt. Mark Hughes er serliga væl nøgdur við háttin, sum niðurlendski dómarin Peter Vink nýtti í fjórðingsfinaluni í Champions League-kappingini millum Arsenal og Liverpool.