Fótbóltur
Tað var rokmikið, tá dómarin hevði floytað fyri seinastu ferð eftir dystin millum HB og B36 fyri nú 12 døgum síðani.
Ein av teimum, sum heilt nógv fokus var á bæði undir og eftir dystin, var dómarin, Lassin Isaksen. Somikið ónøgdur var B36-venjarin um avrikið hjá dómaranum, at hann eftir dystin segði sína hjartans meining. Sum skilst, so svaraði dómarin eisini fyri seg, tá atfinningin kom, og á sjónvarpsmyndunum sást ein uppøstur B36-venjari vilja sleppa framat dómaranum.
Broyttu siðvenjuna
Nú eru tær frágreiðingar, sum dómarin skrivar eftir dyst, (tíverri) ikki umfataðar av lóggávuni um alment innlit, og tí hava vit ikki nakað avrit av hesari her á blaðnum.
Sum skilst, so hevði dómarin eftir dystin í Gundadali tó ikki skrivað nakað sum helst um tað, sum gekk fyri seg millum hann og B36-venjaran. Og eftir gomlu reglunum vildi talan tí ikki verið um fylgjur fyri nakran partin.
Fyri hálvum øðrum ári síðani boðaði kappingarnevndin hjá FSF tó frá, at nevndin nú eisini fór at nýta sjónbandaupptøkur sum próvgrundarlag, um hetta skuldi verið neyðugt.
Fyrsti dómurin í hesum sambandi fall í fjør, tá Magni Mohr og Bergur Midjord hjá B36 fingu dystarbann eftir eina hending í dystinum millum TB og B36 á Sevmýri í fjør. Ein hending, har tað annars bert var Jón Johannesen hjá TB, sum fekk reyða kortið frá dómaranum.
Ta ferðina hevði dómarin tó eisini skrivað um tað, sum fyrifórst í og við skiftisskýlið hjá B36, og tí vórðu sjónbandaupptøkurnar bert nýttar sum supplerandi próvgrundarlag ta ferðina.
Slapp ikki at verja seg
Í førinum, har Sigfríður Clementsen fekk dystarbann, er siðvenjan tó herd nakað nógv meira. Tí hóast dómarin var partur av hendingini, sum gav bannið, so hevur hesin ikki mett hendingina somikið átaluverda, at hon er komin við í dómarafrágreiðingina.
Úr FSF eru boðini tó greið. Eins væl og spælarar skulu duga sær hógv á vøllinum, skulu venjarar og leiðarar annars eisini duga sama kynstrið. Og tá talan er um ósømiligan atburð, so verður hetta revsað.
Hartil, so varð verjurætturin, sum ein ákærdur hevur havt innan FSF seinnu árini eisini tikin av, tá B36-venjarin fekk bannið. Sjálvur staðfesti Sigfríður Clementsen, at hann ikki varð biðin um at koma við viðmerkingum um málið. Nakað sum annars hevur verið standard-mannagongdin hjá FSF, tá mett verður um, hvørja revsing eitt brot skal hava við sær.
Nýggj dømi í væntu
Eftir enn eitt umfar í Formula-deildini tykist spurningurin nú verða, hvussu harða linjan verður fylgd upp. Í londunum kring okkum hevur tað í fleiri ár verið siðvenja, at sýna spælarar og venjarar v.m. ringan ítróttaranda undir ella eftir dyst ella bara við ósømiligum viðmerkingum kostar hetta bæði leikbann og bøtur.
Eitt gott dømi um hetta kundi eisini verið tað, sum B68-venjarin, Jóannes Jakobsen, hevði at siga um dømingina í Vági, tá hann varð uppringdur av ítróttartíðindunum hjá Útvarpinum. Náttúrðamaturin hjá fleiri mundi fara skeivt í hálsin, tá dómarin fekk sum lítil gudur, sum helt skula avgera dystin. Og lítil ivi man vera um, at hetta verður nakað, sum verður tikið upp á næsta fundi hjá Kappingarnevndini.
Og heldur eingin ivi man vera um, at vit í kvøld fara at síggja fleiri myndir av tí, sum fyrifórst á vøllinum eftir dystin millum KÍ og HB í Klaksvík. Sum skilst, so var talan her tó meira um HB-spælarar, sum vóru frustreraðir um, at teir í evstu løtu mistu sigurin og helst eisini um málið, sum KÍ fekk. Men hvar gongur markið millum frustratión og ringan atburð. Og hvussu stórur munur er á tolerancu-markinum hjá ávíkavist dómaranum og Kappingarnevndini. Tað eru spurningar, sum helst eisini verða settir á dagsskránna komandi dagarnar.