Mark van Bommel verður nýggjur belgiskur landsliðsvenjari

Fyrrverandi hollendski landsliðsspælarin Mark van Bommel er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Belgia.

Mark van Bommel er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Belgia. Hollendingurin hevur sáttmála fram til EM-endaspælið í 2028. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Tað boðar belgiska fótbóltssambandið frá í dag.

 

49 ára gamli Van Bommel hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til EM-endaspælið í 2028, sum verður spælt í Onglandi.

 

– Belgia hevur framúr spælarar og eitt sera stórt potentiali, sigur Van Bommel við heimasíðuna hjá belgiska fótbóltssambandinum.

 

Hann tekur við eftir Rudi Garcia, sum gavst eftir, at Belgia varð útsligið í HM-fjórðingsfinaluni í Norðuramerika.

 

Mark van Bommel er annar hollendingurin, sum verður landsliðsvenjari hjá Belgia. Dick Advocaat hevði starvið í 2009 og 2010.

 

Van Bommel hevði eina glæsiliga spælaraleið, har hann umboðaði feløg sum PSV Eindhoven, FC Barcelona, Bayern München og AC Milan.

 

Hann vann landskappingina við øllum fýra feløgunum og var við á Barcelona-liðnum, sum vann Champions League í 2006.

 

Fyri Holland spældi hann 79 landsdystir og skoraði tíggju mál. Hann var eisini við, tá Holland vann HM-silvur í 2010.

 

Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri PSV, Wolfsburg og seinast belgiska felagnum Antwerpen, sum hann í 2023 førdi til bæði belgiska meistaraheitið og steypasigurin.

 

Mark van Bommel er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Belgia. Hollendingurin hevur sáttmála fram til EM-endaspælið í 2028. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)