Marknaðardagur á Skála

Leygardagin 21. juni kl. 16 verður áhugaverdur marknaðardagur í skúlanum á Skála. Endamálið við tiltakinum er at stuðla Íslandsferð hjá komandi 6. og 7. flokki næsta skúlaár

Samstarvsætlanin FITUR (Færøsk-Islandske turist aspekter) hevur m.a. til endamáls at fremja samskiftið millum føroyskan og íslendskan ungdóm. Í hesum sambandi er eitt átak farið í gongd, sum frá 2001 - 2005 stuðlar skúlaflokkum úr Føroyum at vitja skúlaflokkar í Íslandi. 3 flokkar fáa hvørt ár fría ferð til søguríka og spennandi grannalandið fyri vestan. Íslendsku flokkarnir vitja sjálvandi eisini í Føroyum. Skála og Ísafjørður eru vinarbýir, og tí vera tað flokkar úr hesum báðum plássum, sum fara at vitja hvønn annan.
Hvør skal fáa stuðulin, verður avgjørt við eini kapping millum flokkar á sama skúla. Á Skála er bert ein flokkur í hvørjum árgangi, og tí tóku lærarar saman við foreldrum ta støðu, at kapping millum flokkar í ymsum aldri ikki var rættvís, og ein foreldrabólkur bjóðaði sær til at savna írestandi peningin inn, so at báðir flokkarnir, sum taka lut í kappingini, sleppa avstað. Tí verður hesin marknaðardagurin hildin.

Verkætlanarkapping
Kappingin snýr seg um at gera bestu uppgávu/frágreiðing um Ísland á føroyskum. (Í Íslandi skulu uppgávurnar vera um Føroyar). Hans Jákup Andreasen, fyrstilærari, greiðir frá, at í ein mánaða í vár hava næmingarnir arbeitt við og latið inn 6 verkætlanir til kappingina. Enn er ikki greitt, hvør vinnarin er, men orsakað av tiltakinum hjá foreldrabólkinum vera eingir taparar í hesi kapping, tí øll sleppa jú til Íslands. Harafturat verða næmingaavrikini løgd fram fyri øllum og harvið læra næmingarnir ein hóp um Ísland.
Uppgávurnar, sum bæði verða vístar fram á plakatum, sum tekstuppgávur og sum Power-Point framløgur, snúgva seg um ser-íslendsk viðurskifti sum eldgos, jøklar, heitar keldur umframt landið og fólkið sum heild. Hans Jákup Andreasen leggur afturat, at næmingarnir hava verið sera áhugaðir og at arbeiðið hevur gingið væl. Ætlanin er at leggja næmingauppgávurnar út á heimasíðu skúlans.

Tiltøk á marknaðardegnum
Til at savna inn pening verður loppumarknaður, og fyrireikararnir vita um nógvar forvitnisligar lutir, sum verða seldir bíliga. Vørutombola við nógvum góðum vinningum verður eisini. Til tey yngstu verður biografur við teknifilmum, og uttanfyri vera bæði brandbilur og politibilur at síggja. Tey vaksnu hava møguleika at keypa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Eisini verður skipað fyri sokallaðari Íslandstipping. Hetta er eitt slag av lutaseðlum (10 kr/seðilin), men fyri at lutaseðilin skal vera við lutakastinum krevst, at ávísur partur av spurningunum um Ísland á seðlinum eru rætt tippaðir. Til Íslandtippingina eru vinningarnir m.a. sodavatnskassar og digitalt myndatól.
Næmingakonsert
Ein partur av tiltakinum verður árliga summarkonsertin hjá musikkskúlanum. Fleiri av næmingunum, sum skulu til Íslands, taka lut á konsertini. Nøkur spæla klaver. Tey hava havt Heðin Kamsdal sum lærara. Onnur spæla horn, bæði solo og bólkaspæl. Hesi hava havt Atla Petersen sum lærara. Næmingakonsertin varir uml. 1/2 tíma.

Spennandi vitjan
Næmingakonsertin endar við, at vit fáa vitjan av 12 ára gomlu Jórun Hansen av Skipanesi. Hon hevur lært at spæla klaver hjá Jóannesi Andreasen, og hóast sín unga aldur hevur hon longu verið 2 ferðir uttanlands (í Danmark) og tikið lut í Steinway-kapping fyri ungar, evnaríkar pianistar. Hon er báðu ferðirnar komin heim aftur við góðum úrsliti. - Á konsertini spælir Jórun 6 variatiónir yvir opera?ina La Molinara eftir Beethoven.

Vóna góða undirtøku
Foreldrabólkurin, sum skipar fyri hesum fjølbroytta marknaðardegi, vónar, at nógv nýta høvi at koma til okkurt av hesum tiltøkum og harvið stuðla Íslandferðini hjá næmingunum. Marknaðardagurin byrjar í Skála skúla leygardagin kl. 16 og varir væntandi 2 - 3 tímar.