Sum eitt beinleiðis framhald av marknaðarføringini av FAS, sum tykist at hava havt ta avleiðing, at skip leggjast afturat skránni, ætlar landsstýrið at fyrireika eina marknaðarføring av Føroyum sum íløgulandi í einum meira breiðum høpi.
Tað er ein partur av ólavsøkuuppskotinum hjá samgonguni.
Sagt verður, at alt eftir arbeiðsháttinum nýtist slíkt arbeiði ikki at gerast so kostnaðarmikið, men nakað skal til. Tí verður mælt til at brúka á leið 1 mió. kr. um árið komandi trý árini til hetta endamál. Hinvegin kann inntøkuskapanin av slíkum tiltaki gerast stór, eydnast at draga nakað av útlendskum íløgum til Føroya.
Samlað verður soleiðis sett av 10 milliónir krónur um árið í fýra ár til at marknaðarføra Føroyar.