Marknaðarførir nýggju Skansabryggjuna í Keypmannahavn

Føroyar kann gerast eitt knútapunkt í framtíðar ferðsluni gjøgnum arkitska havið, sigur Heðin Mortensen

Tað er arktiski arbeiðsbólkurin í Fólkatinginum, sum hevður boðið til ráðstevnuna í fólkatinginum í dag, sum hevur fingið heitið "Nye erhvervsmuligheder i Nordatlanten". Ráðstevnan leggur serligan dent á skipaflutning og nýggjar siglingarleiðir i Arktis millum Evropa og Asia, umframt at dentur verður lagdur á ferðavinnuna í økinum. Føroysku framløgurnar snúgva seg millum annað um Føroyar sum miðstøð fyri allari skipaferðslu í økinum.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fer at greiða frá framtíðar leiklutinum hjá Tórshavnar Havn og høvuðsstaðnum annars. Hann fer tá eisini at nevna, at útbyggingin av Tórshavnar Havn er ein partur í at tryggja Føroyum teir fasilitetir, sum krevjast fyri at vera við í hesi kapping.

 

- Framløgan setir Føroyar mitt á norðuratlantiska sjókortið og vísir á, hvussu vit vegna okkara landafrøðiligu støðu kunnu gerast ein leiðandi tænastumiðstøð og transitthavn við kompetentari, skjótari og bíligari tænastu. Fyrimunir okkara eru ikki bara okkara landafrøðiliga støða, men eisini okkara serfrøði og so teir einastandandi fyrimunirnar, vit fáa við eini útbygdari havn. Føroyar verða eitt knútapunkt, bæði innan flutning í útnorði, og innan globala rutunetverkið við eyðsýndum fyrimunum fyri skipaferðsluna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Hann fer í framløgu síni at vísa á at Føroyar liggja sera nær stóru fiskiøkjunum hjá Noregi og kunnu tí gerast eitt spennandi alternativ til Rotterdam og aðrar havnir í sambandi við útflutning og umskiping av fiski. Eisini innan frálandavinnuna eru møguleikar á fleiri tænastuøkjum, tí Havnin liggur nærri stóru oljuøkinum enn til dømis Aberdeen.

 

 

- Fyri at gera hesa tænastu møguliga í framtíðini útbyggja vit havnaøkið við 160.000 fermetrum, frá 80.000 til 240.00 fermetrar. Vit økja atløguplássið frá 700 metrum til 1400 metrar, økja dýbdina frá 9 til 15 metrar og byggja eina frystigoymslu, sum tekur 10.000 tons. Hetta merkir, at vit kunnu taka ímóti øllum fraktskipum og cruiseskipum. Frystigoymslan fer at økja munandi um møguleikarnir fyri transitti, sigur Heðin Mortensen.

 

 

- Tórshavnar havn er kend fyri sín fleksibilitet, skjótleika og høga tænastustøði. Skulu vit varðveita hetta umdømið, fylgja við menningini og gera okkum galdandi á hesum marknaðinum, so er neyðugt at vit longu í 2019 eru klár til at nøkta krøvini innan stóru maritimu menningina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum leggur aftrat, at Tórshavnar havn leingi hevur havt samráðingar við fleiri aðrar norðurlendskar havnir um samstarv innan bæði farmaflutning og ferðavinnu.