Markus Live í Hoyvíkar kirkju

Hoyr Markusarevangeliið fortald, eins og tey fyrstu kristnu hoyrdu tað endurgivið fyri nærum 2000 árum síðani.

Í dag eru fólk flest von við, at tekstir eru nakað, tú lesur, ella nakað, onnur lesa fyri tær.

 

Soleiðis hevur ikki altíð verið.

 

Fyrr vóru orðini endursøgd. Fortald frá ættarliði til ættarlið.

 

Hetta roynir Klaus Højgaard Laursen at minna okkum á, tá hann fortelur Markusarevangeliið ”live”, sum hann rópar tað.

 

Markusarevangeliið er á so mangan hátt ein serstøk søga.

 

Tað eru ikki nógvar bøkur ella filmar, har hetjan er ein fátækur maður, sum ferðast víða og ger góðar gerningar, og síðan verður hann dripin og rísur upp aftur frá deyðum.

 

Hetta verður sagt frá og dramatiserað í ”Markus Live”.

 

Klaus Højgaard Laursen er bachelor í guðfrøði. Í 2011 byrjaði hann at ferðast í Danmark og siga frá bíbliutekstum, tvs. recitera tekstir, ið hann hevði lært seg uttanat. Hann byrjaði við Filippibrævinum, og síðan hevur hann hildið fram við øðrum bíbilskum tekstum.

Týskvøldið 5. mai verður hann at hoyra í Hoyvíkar kirkju.