Markus og Simon eru nú á máltindinum

1. DEILD: Í dag vann Skála trivaligan heimasigur ímóti 07 Vestur

Markus Isaksen skoraði eitt mál í 4-0 skálasigrinum í dag. Saman við liðfelaganum Simon Jørgensen, sum skoraði tvey málí dag, og Rana Hansen hjá Víkingi er hann ovast á máltindinum í 1. deild við 10 málum

Tá ið næstbesta liðið hjá 07 Vestur í fyrsta umfari hevði vitjan av Skála, fóru gestirnir til hús aftur við 4-0 sigri. Seinnapartin var næstbesta liðið hjá 07 Vestur undir Mýruhjalla, og tað endaði aftur við 4-0 sigri til skálamenn.

 

Eftir fyrra hálvleik var 2-0, og hóast skálamálverjin fimm minuttir eftir steðgin sá beinleiðis reytt kort, so eydnaðist tað heimaliðnum at halda tætt og at skora tvey mál aftrat. Tá ið Suni Ernstsson sá reyða kortið fyri uttanfyri brotsteigin at brúka neyðbremsuna, varð veteranurin Arnhold Berg skiftur inn at verja málið fyri framrættaða síðuspælaran Andreas Egeberg Jacobsen.

 

Simon Jørgensen skoraði tvey mál, og Markus Isaksen skoraði eitt mál. Teir báðir eru saman við Rana Hansen hjá Víkingi ovast á máltindinum í næstbestu deildini. Tíggju minuttir undan steðginum var tað Jákup Pauli Frederiksberg, sum økti um leiðsluna til 2-0. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.

 

Skála er topplið við 34 stigum fyri 12 dystir, og 07 Vestur er næstaftast við fýra stigum.

 

Í morgin vera tríggir teir síðstu dystirnir í 12. umfari:

 

KÍ – B71: Høgni Madsen kl. 20.15

 

NSÍ – EB/Streymur: Andras Frederiksberg kl. 20.00

 

B36 – AB: Dávid Waag Sjóstein kl. 19.00

 

Markus Isaksen skoraði eitt mál í 4-0 skálasigrinum í dag. Saman við liðfelaganum Simon Jørgensen, sum skoraði tvey málí dag, og Rana Hansen hjá Víkingi er hann ovast á máltindinum í 1. deild við 10 málum