Góða mamma, vit fara hervið at ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum 65 árunum.
Vit fara eisini her at siga tær takk fyri alt tað, tú hevur verið og er fyri okkum.
Vit systkin vuksu upp í einum góðum heimi, har tú lærdu okkum tey fyrstu orðini, vit søgdu, har tú lærdi okkum móðurmálið, og har tú styðjaði okkum tey fyrstu fetini vit tóku. " Málid mítt kæra fyrst lærdi tú meg fetini, fyrstu á stetlanarveg, takk sigi eg". Eisini siga vit tær takk fyri, at tað var til tín, vit komu sum óvitar fyri at stilla okkara trá, tá ið á leikaði. Vit vita, at tú hevur verið ein sera góð mamma, so tað verður tungt at treða í tínum fótasporum. Takk fyri allar søgurnar, tú las fyri okkum sum børn, áðrenn vit sovnaðu og takk til Hansara, sum fyri okkum hevur fingið so nógv í lag, tí tú í tínum bønum Hann um hetta bað. Góða mamma, vit siga tær takk fyri alt tað góða, tú hevur lagt í okkum og sum heldur okkum á rætta vegnum, allastaðni, har íð kann traðast av monnum.
Nakað, sum vit systkin eru sera glað fyri, nú vit øll trý búgva í Havn er, at tú kanst vera so nógv her hjá okkum. Hetta eru ikki minst ommubørnini sera glað fyri.
Mamma, røsk hevur tú altíð verið ,skilagód, pertentlig, álítandi og dugnalig og sum lærari við Vágs skúla alla tína læraratíð manst tú teljast millum teir allarbestu. Tað var eingin, sum kundi taka nakað úr tínum hondum. Eisini sum lærugreinaráðgevi í donskum fyri alt landið royndist tú holl. Álitið á teg var stórt. so m.a. rættaði tú danskar stílar hjá 10.fl. úr øllum Føroyum alt tað, vit minnast. Friðarlig og stillfør hevur tú altíð verið, og eftir loknan arbeidsdag í skúlanum hevur tú passað heimið, tó skulu vit ikki gloyma teg sum formann og ein av stovnarunum av Barnabata.
Tú og pabba komu heim til Vágs eftir lokna útbúgving í Danmark og gjørdist m.a. slóðbrótarar innan skúlaøkið, so ikki kann sigast annað enn, at tað, tit hava lagt úr hondum, er valaverk. Vid Vágs skúla vart tú pabba ein góður stuðul og eftir tykkum stendur Vágs skúli vid 25 m. svimjihyli sum eitt prýðuligt minni, so ikki gróvu tit talentirnar niður, men røkti tað, sum tykkum var litið upp í hendi við miklum sóma og nærlagni. Eisini skal nevnast, at pabba var við til at fáa H.F. til Vágs, og óvist hevði verið, um studentaskúlin var fluttur úr Vági, um hann enn sat sum skúlastjóri. Jú,sanniliga bóru tit bæði tæguna enn longur fram á vegin.
Mamma er dóttur Elsu og Alfred Holm úr Vági. Elsa omman fødd Larsen av Oyrabakka, har mamma hennara Magnina kom úr Biritustovu á Eiði, og pápin Óli kom úr Búrstovu eisini á Eiði. Alfred Holm var úr Vági sonur Sigrid og Julius Joensen. Sigrid ættað úr Fuglafirði og Julius ættaður úr Vági.
Góða mamma vit gleða okkum til at halda føðingardagin saman við tær tann 10, tá ið tað passar okkum øllum at vera saman.
Hjartaliga til lukku við degnum
Elsa Maria, Martin Karl og Annika.