Marran í Hoydølum

Síðan seinast eru vit 900, sum arbeiða í Hoydølum, sloppin undan at verða jagstrað av parkeringsvørðum. Tað er ein bati. Takk fyri, um tað varar við.
Orðadrátturin, sum stóðst av seinasta lesarabrævi, bendir á, at parkeringin (uml. 60 pláss) her á landsins størsta arbeiðsplássi er ein almennur vavgreytur. Borgarstjórin sóknaðist eftir vilja, men eingin tekur ábyrgd.
Skógrøkt Landsins saman við Teknisku nevnd í býráðnum og so onkur friðingarmyndugleiki hava verið músakúrr. Tey munnu – hóast tøgnina - vera blóðsek í, at ‘grótkastið’ (uml. 20 pláss) varð steðgað av teirra byrokratiska illvilja. Grótkastið hevur síðani tá, ligið sum eitt sár í landslagnum. Var nakar sum helst vilji, so varð grótkastið asfaltera, og gjørt til parkeringsøki. Fyribils hevur Tórshavnar kommuna tikið æruna fyri at hendan steðgaða verkætlanin ikki varð umfatað av parkeringsforboði.
Undantikið frítøku fyri parkeringsvørðar er tó einki hent!
Men frítøkan av parkeringsvørðunum loysir ikki ruðuleikin, sum í ferðslu og parkering ræður. Øll hava skákað sær undan ábyrgd. Vit skulu helst rekast út í Marknagil við øllum listum og lótum. Men tað tekur fleiri ár og kostar 100-tals milliónir. Har er einki óført.
Vit tosa ikki um ein motorveg oman í Hoydalar, men bert um smávegis ferðslubatar, sum høvdu gjørt allan munin. Borgarstjórin, hvørs býráð broytir byggisamtyktir mestsum dagliga til ‘Visiónina’ við Gjónna, vísir til Mentamálaráðið (Landstýrið), sum nú sigur seg vilja leggja ‘dúk’ á fløtuna. Men hendir nakað?
Úti á Boðanesi, er nógv av svørðinum tikið burtur, og asfalt er sprænt oman í dalin. Hetta svarar helst til fleiri parkeringspláss í Hoydølum – men viljin er langt frá hin sami. Í Hoydølum er hvør tummi uttan fyri veg og tún friðaður, sjálvt deyðagrasið. Hoydalar er tikið til gísil av friðingarmynduleikunum. Takið tykkum saman og vísið ein vilja!
Veturin stendur fyri durum. Eitt er parkeringin. Men hvat við teimum 3-400 bilunum, sum foreldur koyra ungdómar niðan og oman í Hoydalar hvønn morgun og hvønn seinnapart? Teir skulu allir, skorandi millum soppafongdar bygningar, sum standa sum tómleikanstempul. Fyri síðani at venda í túninum í regni og myrkri, kava og illveðri, meðan næmingar og starvsfólk leypa ósædd sum fyri lívinum fyri ikki at verða yvirkoyrd.
Takið tykkum saman, politikarar! Hetta er ein ótolandi støða, sum hvørki býráðs- ella landspolitikkarar eiga at kunna liva við! Eingin er sinnaður at gera enda á marruni. Tit hava ‘stoytt’ 42 mió kr niður í tekningar yvir Marknagil, uttan at spakin er ísettur enn. Tit kappast um at lova okkum 900 næmingum eitt ‘palass’ fyri 700 mió kr, sum vit aldrin koma at síggja innarasíðuna av. Tit spæla jólamenn við blonkum kekkheftum. Men tit megna ikki at brúka 1 millión at leggja dúk og skerv tvørtur um fløtuna, so 900 fólk sleppa undan at vága lív og limir hvønn dag aftur nú í vetur.
-----
Næmingaráðið í Hoydølum