Martin er statsgóðkendur grannskoðari, og í Føroyum er hann millum annað kendur fyri at hava verið grannskoðari í Norðoya Sparikassa seinastu knappliga 30 árini.
Foreldrini hjá Martini vóru Jenny, fødd Nielsen og ættað úr Vatnsoyrum, og Jóhannes Gaard, sum var ættaður Frammi úr Garði í Svínoy. Tey búðu í Víkunum í Klaksvík, og tey áttu tveir synir. Ólav sum var føddur í 1934 og sum var kommunulækni í Klaksvík, inntil hann doyði í oktober 1995, og so Martin, sum var føddur 14. november 1935.
Martin gekk í millum- og realskúla í Klaksvík. Í 1952 fór hann í starv í Norðoya Sparikassa. Har var hann í trý ár, og síðani fór hann á Niels Brock handilsskúlan í Keypmannahavn, har hann leyk HH prógv.
Nú verða kanska í hundrað tali av føroyskum ungdómum klæktir við hesi útbúgvingini á hvørjum sumri. Fyri hálvari øld síðani var hetta ikki so vanligt. Onkur vil vera við, at Svend Krosstein var fyrsti klaksvíkingurin, sum leyk HH prógv í Keypmannahavn, og at honum á baki komu Martin Gaard, Trygvi Johansen, Líggjas í Bø, Henning Jensen, Jónbert Poulsen og Finn Kjølbro.
Málið hjá Martini var at gerast ríkisgóðkendur grannskoðari. Leiðin var um kvøldarnar at fara undir HD lestur og samstundis at arbeiða hjá grannskoðara. Martin var í 16 ár hjá C. Jespersen, sum nú eita KPMG.
Seinni fór Martin undir egið grannskoðaravirki saman við einum dana. Virkið nevndist Ragborg & Gaard. Teir hildu til í hølum í Nørre Farimarsgade yvirav H. C. Ørsted parkini. Seinni fluttu teir í egin høli úti á Frederiksberg.
Tá ið felagin gjørdist sjúkur og doyði, varð virkið selt til grannskoðaravirkið Coopers & Lybrand, sum seinni fusioneraði við Price Water House. Martin Gaard arbeiddi síðani hjá hesum virkjunum.
Martin gjørdist grannskoðari í Norðoya Sparikassa í 1976, og hesa uppgávuna hevur hann røkt síðani. Í hesum tíðarskeiðnum hevur sparikassin ment seg ógvuliga nógv, og sjálvandi hevur sparikassin notið gott av hollari ráðgeving frá Martini Gaard. Tey, sum hava við Martin at gera, lýsa hann at vera fakliga dugnaligan, og við sínum sáttliga, fyrikomandi og lítið lætna verumáta er hann væl umtóktur.
Heimbýurin man hava havt stórt álit á Martini. Tað sæst millum annað aftur í, at hann hevur havt fleiri onnur álitisstørv. Eitt nú hevur hann verið grannskoðari hjá Tekniska skúla í Klaksvík í mong ár.
Hóast hann hevur búð á flatlondum størsta partin av lívinum, so hevur Martin altíð fylgt væl við í føroyskum samfelagsviðurskiftum. Tí var tað einki at undrast á, at myndugleikarnir valdu hann í eina av nevndunum, sum í sambandi við kreppuna fyrrapartin av níti árunum kom við frágreiðing um, hvussu tað varð mett at vera skilabest at fara fram.
Martin er giftur Kirsten, fødd Piletræ Petersen og ættað úr Nykøbing Falster. Hon hevur eisini HD útbúgving innan roknskap og EDV, og hon hevur arbeitt innan skattaumsiting. Børnini eru Anette, Jóannes, Kristian og Bjarni. Abbabørnini eru ellivu í tali, og eitt er komið afturat í triðja ættarliðnum. Í mong ár búði familjan í Allerød, men seinni fluttu tey inn í Emdrup at búgva. Anetta og Kristian búgva í Emdrup, Jóannes býr á Eysturbrúgv, og Bjarni býr í Allerød.RED.