Í hugnaliga og søguríka umhvørvinum í Sjónleikarhúsinum fara Martin Joensen & Vinir at framføra løg, ið fevna um tíðarskeiðið frá fyrstu útgávuni mitt í 80´unum og til dagin í dag, - ja, frá ?Morgun? til ?Kvøld?, ið eru tvær av útgávunum hjá Martin. Aftaná konsertina verður møguleiki at ogna sær fløgur hjá Martin fyri serprís og at fáa Martin at skriva á fløguhúsan.
Manningin er :
Martin Joensen, vokal, guitar.
Eyðun Mohr Hansen, guitar, vokal o.a.
Pauli Magnussen, bass, vokal.
Jákup Zachariasen, Dobro, steel guitar.
Høgni Klakkstein, trummur/percussion
Gotfred Joensen, keyboards, o.o.
Upphiting verður við duo´ini Leadberry, ið rukku 2. plássi á singer/songwriterkappingini
á Kafé Kaspar í fjør. Møguleiki verður eisini at hoyra løg, ið verða á nýggju fløguni, sum teir eru við at leggja seinastu hond á.
Manningin í Leadberry eru:
Jústines í Túni, vokal, guitar
Sakaris E. Joensen, vokal, guitarlele
Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.