TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina serliga samrøðu vit á Rás2 hava gjørt í samband við, at føroyska landsliðið spælir HM-undankappingardyst ímóti Týsklandi á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld.
Í 1974 var HM-endaspælið í táverandi Vesturtýsklandi, og vóru tveir havnarmenn og upplivdu hetta HM-endaspælið.
Martin Hansen og Carl Mortensen, sum vóru starvsfelagar á posthúsinum í Havn tóku avgerð um at sleppa at uppliva HM-endaspælið í Vesturtýsklandi, og teir upplivdu nógvar dystir, bæði innleiðandi dystir, avgerandi dystir, og ikki minst HM-finaluna millum Vesturtýskland og Niðurlond, sum var á tí olympiska leikvøllinum í München.
Martin Hansen og Carl Mortensen duga sera væl at greiða frá hesari forkunnugu ferðini, sum var gjørd fyri 39 árum síðani.