Týsdagin 4. mai 2010 varð Mary J. í Garði, stjóri í Nærverkinum, fimmti ár.
Mary er ættað av Strondum og fór sum ung til Havnar í studentaskúla. Mary giftist við sínum ungdómskærleika Bergi í Garði. Saman eiga tey børnini Cristian og Mariu.
Mary er úbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvaðist nøkur ár innan hetta yrki. Harafturat hevur hon kandidatútbúgving í strategi, organisatión og leiðslu.
Mary hevur seinastu nógvu árini havt leiðandi størv, har hon m.a. hevur verið controllari hjá sjúkrahússtjóranum, settur sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, fíggjarstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum og fíggjar- og starvsfólkaleiðari í Fiskimálaráðnum.
Í 1999 varð Heimarøktin og Serforsorgin sett á stovn, og Mary varð sett sum stjóri. Stovnurin var ein samanlegging av Heimarøktini, Heimasjúkrasystraskipanini, Heilsufrøðiskipanini fyri børn og Serstovnadeildini fyri autistar og menningartarnað. Í 2003 varð eisini Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin og Deildin fyri sinnisveik løgd til stovnin. Í 2009 varð Heilsufrøðiskipanin flutt til Heilsumálaráðið, meðan økið Børn & Ung varð flutt til Nærverkið.
Í september 2006 fekk samanlagdi stovnurin navnið Nærverkið.
Nærverkið er í dag Føroya størsta arbeiðspláss við umleið 1600 starvsfólkum, ið veita tænastur til ein stóran part av borgarunum í Føroyum – bæði ung og gomul.
At hava evstu ábyrgd av einum so stórum stovni er dagliga ein stór avbjóðing, ið Mary við sínum dugnaskapi, nærlagni, blíða lyndi og diplomatiska famferðarhátti megnar sera væl.
Tá tað til tíðir leikar hart á, m.a. tá krav er um sparingar, kemur hennara innara styrki til sjóndar, og megnar hon at stýra støðuføst gjøgnum brotasjógvarnar.
Við hennara professionalismu og væl grundaðu avgerðum hevur Mary megnað at gera Nærverkið til ein vælvirkandi tænastumiðdepil, har allar Nærverkstænasturnar í dag hava ein felags samleika.
Samfelagið setir stór krøv til almennar vælferðartænastur. Eyðkennið hjá Nærverkinum er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika, og tí er neyðugt áhaldandi at menna starvsfólkini. Aðalmálið hjá Mary er at tryggja, at viðskiftafólkini fáa best møguliga tænastu.
Mary er sera tilvitað um, at fyritreytin fyri at kunna veita eina góða tænastu er, at starvsfólkini trívast og eru nøgd. Hon leggur tí áherðslu á at tryggja góðar arbeiðsumstøður. Hon er nærverandi og umhugsin og er altíð til reiðar at lurta.
Vit ynskja Mary hjartaliga til lukku á degnum og góð ynski fyri framtíðina.
------
Starvsfólkini á Meginskrivstovuni