Tað er mangan so, at teir tónleikabólkar, sum sleppa fram í fjølmiðlunum, eru teir bólkarnir, sum øll kenna. Vit vita tó øll, at tað finnast óteljandi bólkar kring alt landið, sum nærum eingin kennir til, millum annað tí at tað er so torført at sleppa framat at spæla til konsertir og líknandi tiltøk. Sunnukvøldið vitjaðu vit bólkin Mary Jane, sum heldur til í Býlingshúsinum á Norðasta Horn.
Manningin
Tey, ið manna Mary Jane eru hesi:
Sang: Steingrím Mikkelsen 16 ár
Sang/guitar: Jógvan Ellingsgaard 18 ár
Guitar: Jan McIntosh 16 ár
Kór: Gunn Hansen 17 ár
Bólkurin byrjaði fyri góðum tveimum árum síðani. Tey fýra ganga ella hava gingið í Venjingarskúlanum, og teir tríggir Steingrím, Jan og Jógvan búgva allir á Norðasta Horn, so tey kendust øll væl.
Í løtuni leitar bólkurin eftir einum basspælara og einum trummuspælara, tí við núverandi manning kennir bólkurin seg eitt sindur avmarkaðan.
Tað eru teir báðir, Jógvan og Jan, sum gera allan tónleikin hjá bólkinum. Jan smíðar løgini, meðan Jógvan skrivar tekstin.
Vit spurdu teir tríggjar Steingrím, Jógvan og Jan, hvaðani navnið Mary Jane stavar. Jógvan greiddi frá, at hann og ein vinmaður høvdu einaferð verið á landsbókasavninum, og tá hevði vinmaðurin funnið sær eina bók um rúsandi evnir. Í hesi bókini stóð millum annað, at Mary Jane var eitt annað heiti, sum var nýtt um hash. Jógvan helt, at hetta passaði væl til tónleikin hjá bólkinum, og tískil valdu tey sær heitið Mary Jane. Seinni hava tey so funnið út av, at tað er ein danskur bólkur, sum eisini kallar seg Mary Jane, men dreingirnir á Norðasta Horn siga, at teir høvdu fingið sær navnið langt áðrenn tann danski bólkurin.
Hava bert spælt live í útvarpinum
Mary Jane hevur ikki drúgvar royndir, hvat viðvíkur framførslum. Bólkurin hevur til tíðir spælt til ymisk tiltøk á Norðasta Horn, og haraftrat hava tey spælt til ymisk tiltøk í skúlanum. Einasta veruliga live-framførsla hjá bólkinum var fyrr í ár, tá ið Mary Jane spældi fleiri løg live í ungdómssendingini Vingl hjá Útvarpi Føroya.
Bólkurin hevði eisini ætlanir um at taka lut í árligu Pop-Top konsertini, men gjørdi tað tó ikki. Hetta angra limirnir í bólkinum nú, tí tey halda, at støðið á tí konsertini var ikki serliga høgt, og at tey høvdu ikki staðið aftan fyri nakran av teimum bólkunum.
Annars kundi bólkurin gott hugsað sær at tikið lut í Prix Føroyar næstu ferð, ið tað var á skránni.
Mary Jane venur bert tvær ferðir um vikuna, og sum teir siga, so er hetta nóg mikið, tí at vandi Mary Jane kanska einar fýra ? fimm ferðir um vikuna, so kann tað væl hugsast, at limirnir mistu hugin til at spæla tónleik.
Tónleikurin
Tónleikurin, sum Mary Jane spælir, er fyri tað mesta poppur og bleytur rokkur. Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið, serliga tá ið hugsað verður um, at fyrimyndirnar hjá Steingrími, Jan og Jógvani eru bólkar so sum Metallica, Gun?s?n Roses og Pantera. Tó viðgongur Steingrím, at honum eisini dámar sera væl Boyz 2Men.
Við tað, at bólkurin enn ikki hevur nakran basspælara ella trummusláara, so kann sigast um tónleikin, at hann er rættiliga "unplugged" merktur.
Framtíðarætlanir
Sum allir aðrir tónleikabólkar, so hava limirnir í Mary Jane sjálvsagt eisini fløgudreymar. Enn eru hesir tó rættuliga fjarskotnir, tí at ein fløguútgáva krevur nógv tilfar, og haraftrat skal tónleikabólkurin tá helst hava eitt sindur av peningi at arbeiða við.
Tað er heldur ikki óhugsandi, at bólkurin fer at skiljast innan fyri tey næstu árini. Bæði Jógvan og Steingrím hava ein dreym um at fara inn í herin og møguliga fáa sær eina útbúgving har, og tá eru umstøðurnar til tónleik ikki av teimum bestu.
Teir tríggjar siga at enda við Yngd, at teir halda, at ungdómurin og tónleikurin fær alt ov ringar sømdir frá myndugleikunum.
Alt ov fá tiltøk eru, har ungir og óroyndir tónleikabólkar sleppa framat at royna seg. Tað er bert Pop-Top konsertin. Haraftrat er ógvuliga trupult at fáa líkinda venjingarumstøður í høvuðsstaðnum.