HOFF-STOFF
Millum tey mongu børn og foreldur, sum høvdu leitað sær til Leirvíkar seinnapartin mikudagin at síggja tey kongaligu saman við leirvíkingum, var trý ára gamla, Mary Petersen og mamma hennara, Sólfríð Petersen, sum búgva á Glyvrum. Við sær hevði Mary eitt blómutyssi, sum hon saman við mammu síni hevði hentað í havanum og ætlaði at geva Mary, krúnprinsessu.
Tær báðar, fitta smágentan av Glyvrum og prinsessan úr Tasmaniu, eita tað sama. Men tað er ikki alt. Tær hava eisini sama føðingardag!
Smágentan á Glyvrum, sum er uppkallað eftir langommu síni í Leirvik og Mary, krúnprinsessa, er báðar føddar 5. februar; tann yngra í 2002 og tann eldra í 1972.
Sostatt eru júst tríati ár ímillum tær báðar.
Mamman spent
Vit fylgdu Mary og Sólfríð eina løtu í Leirvík hendan dagin, áðrenn bilarnir við teimum kongaligu komu.
Hvør var spentari av teimum báðum, mamman ella dóttirin, skulu vit ikki taka dagar ímillum.
Tá ið tú ert trý ár, er avmarkað, hvussu nógv tú skilir av tílíkum hóvastáki, men mamman visti at siga, at dóttirin hevur goymt sær eina útklipta mynd av krúnprinsessuni og sigur, at hesa myndina eigur hon!
Tá ið tíðin nærkaðist, til bilarnir hjá teimum kongaligu fóru at koma, vaks spenningurin og Sólfríð vildi líkasum hava at vita, um tey fóru at ganga inn í Bátasavnið frá bryggjuni ella høvuðsvegnum omanfyri. Tá ið hon skilti á fólki, at tey komu omanav høvuðsvegnum, stillaði Sólfríð seg við dóttrini niðast við trappuna oman til Bátasavnið, har tey kongaligu komu at ganga fram við.
- Eingin av teimum, sum standa fyri móttøkuni, veit, at dóttir mín og krúnprinsessan eita tað sama - og at tær fylla sama dag. Eg hevði hildið tað verið ótrúliga stuttligt, um lítla Mary slapp at taka í hondina á krúnprinsessuni og fekk høvi at handa henni hetta blómutyssið, segði Sólfríð, meðan vit bíðaðu.
Mary slapp?
Hóast einki var avtalað frammanundan, fingu Sólfríð og dóttirin ynski sítt uppfylt.
Tá ið Mary, Fríðrikur, Margetaha og Heindrikur gingu framvið mannamúgvuni, sum hevði stillað seg í røð oman móti trappuni til Bátasavnið - og í leingjan av kommunalu umboðunum og øðrum við makum, stóðu Sólfríð og Mary eisini har.
- Krúnprinsessan tók í hondina á lítlu Mary, sum handaði henni blómutyssi, og eg fortaldi henni, at tær báðar eita tað sama, eru føddar sama dag ? við tríati árum ímillum. Tað helt krúnprinsessan vera stuttligt at hoyra, sigur Solfrid Petersen.
Sólfríð Petersen sigur, at á veg útaftur av Bátasavninum,
kendi krúnprinsessan lítlu Mary aftur.
- Hon kom gangandi yvir, har vit stóðu og læt pápan, Esmar, taka eina mynd av Mary og Mary, sigur hon.
Eftir at hava heilsað upp á krúnprinsessuna í Leirvík mikudagin ? ikki minni enn tvær ferðir, fóru móðir og dóttir heimaftur ? eina serstaka hending í lívinum ríkari.