Eftir míni metan er tað, fyri ein stóra part, ein natúrlig gongd at uppstiga til bachelorstig. Man valdi jú eisini at krevja, at fólk skulu ganga í fólkaskúla í nýggju ár í staðin fyri sjey ár.
Sambært greinini ”Ov drúgt at lesa til skipsførara og maskinmeistara” á Norðlýsinum tann 4. mars 2011, halda fleiri løgtingslimir, at tað fer at taka ov langa tíð at útbúgva seg, um Helena Dam á Neystabø fær sín vilja við uppstigan til bachelorstig. Og tað at fer at føra við sær at fleiri fara av landinum at lesa. Støðan í Danmark er tann, at maskinmeistaraskúlarnir hava miðnámsprógv sum upptøkukrav. Tó hava allir skúlarnir ”adgangskursus” og verkstaðarskúla, tað sæst á www.maskinmester.dk . Sæmbart álitinum um bachelorútbúgvingar á Vh, er ætlanin at Vh skal bjóða eitt ”adgangskursus” í hálvt ár til tey, ið ikki hava eina miðnámsútbúgving. At Vh bjóðar hetta skeið, má vera eitt krav, tá hugsað verður um, at tey flestu, ið nú søkja inn, hava antin eina handverkaraútbúgving ella, á navigatiónslinjuni, siglingstíð. Um Vh ikki fer at bjóða hetta ”adgangskursus”, fer man helst at fáa ein trupulleika at manna flokkarnar.
Tað er bert ein spurningur um tillaging at venja seg við tankan um at tað tekur eitt hálvt ár meiri enn nú. Og jú, eg veit hvat eg snakki um tá eg sigi, at tað er bert ein spurningur um tillaging.
Eg bleiv útlærdur sum maskinsmiðjur á Vágs Skipasmiðju í september 2005. Eg byrjaði á Vh í august 2006 til maskinmeistara. Tá konan skuldi til Danmarkar at lesa fór eg við eftir tvey ár á Vh. Tá lestrargongdirnar ikki eru heilt líka, gekk eg tvey ár á Københavns Maskinmesterskole og Elinstallatørskole (KME), og fekk prógv sum Professiónsbachelor í juni 2010. Fyri at eg kundi sleppa inn á KME mátti eg lúka krøvini at sleppa inn. Tað gjørdi eg tá eg hevði havt støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði á Vh. Soleiðis tók tað mær fýra ár at blíva maskinmeistari, hóast eg stóð allar royndir fyrstu ferð. Og tá nú ein tíð er fráliðin, hugsi eg ikki so nógv um at tað tók eitt ár meir.
Tá eg nú havi gingið á báðum skúlunum loyvi eg mær at samanbera. Lat meg beinanvegin sláa fast at tað tekniska støðið er minst líka høgt á Vh sum á KME. Undirvísararnir eru heldur onki aftanfyri teir í Danmark. Og skuldi eg valt skúla í dag, so hevði eg avgjørt valt Vh. Á Vh leggur man dent á nøkur ávís økir, hvar man á KME leggur meiri dent á onnur økir. Tað sum eg haldi er rættiliga áhugavert er, at tá tað kemur til tað tekniska støðið, so kundi man saktans fingið eitt bachelorprógv á Vh sum nú er, um man skal samanlíkna seg við Danmark. Tó veit eg eisini at krøvini fyri at fáa eitt bachelorprógv eru onnur enn tey teknisku.
Royndarstovurnar á Vh eru, í fleiri førum, betri enn á KME. Tí vil eg bara heita á leiðsluna á Vh at virka fyri at royndarstovurnar vera brúktar mest møguligt og eisini dagførdar. Um royndarstovurnar eru dagførdar og undirvísararnir eru engageraðir at brúka tær, verða tey lesandi eisni meiri motiveraði at læra. Tað er ikki nøkur loyna, at hølisviðurskiftini Undir Krákugjógv eru sera góð tá tað kemur til umstøðurnar hjá teimum lesandi, bæði royndarstovur og flokshølir.
Keypmannahavn 16. Mars 2011
Lesarabræv
Mín uppliving var eisini, at tað er strævnari at lesa á Vh enn KME. Tað eru fleiri undirvísingartímar á Vh. Tað kemst sjálvsagt eisini av, at á Vh er undirvísing í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði; tann undirvísingin er ikki á KME, tá tað er eitt krav fyri upptøku. Tó haldi eg ikki tað er heilt rætt at strika alla undirvísing í støddfrøði og alisfrøði á maskinmeistaraútbúgvingini. Sum eg skilti á onkrum av undirvísaranum á KME, kundi man gott hugsað sær, at tað bleiv undirvíst í teimum lærugreinunum í sjálvari útbúgvingini.
Tað er ongin ivi um, at útbúgvingin til maskinmeistara er betri og lættari at leggja til rættis, um Vh sleppur undan at skulu hugsa um, at fólk skulu hava ávísar kvalifikatiónir (maskinist) aftaná eina stutta tíð. So tá nevnt verður at uppstiganin til bachelor verður óheppin í tí sambandi, samsvarar tað ikki við veruleikan. Støðan í dag er jú tann at antin velur tú maskinmeistara uppá trý ár ella maskinist uppá 9 mðr – tvær óheftar útbúgvingar. Og hetta haldi eg tey flestu sum kenna til økið og skúlan, kunnu vera samd um er tann betra loysnin.
Tað sum eg havið upplivað í Danmark er, at møguleikarnir fyri víðari útbúgving(mastergrad) eru ógvuliga avmarkaðir. Tí haldi eg tað vera skeivt at brúka møguleikan fyri víðari útbúgving sum grundgeving fyri uppstigan til bachelorstøðið. Lat meg enn einaferð siga, at eg als ikki eri í móti uppstigan til bachelorstøði, eg eri fyri. Man eigur bara ikki at mála alt so ljósareytt fyri fólki, tá veruleikin er ein annar. Eg vóni ikki at hava givið teimum luft undir veingirnar, ið eru ímóti uppstigan.
Eg havi tó skilt at heitið á tí ætlaðu bachelorútbúgvingini í Føroyum ikki skal vera Professiónsbachelor. Um hetta kemur at broyta nógv uppá møguleikarnar fyri víðari lestri, veit eg ikki, men tað kann bara gera støðuna betri. So mín áheitan á bólkin, ið skal arbeiða við uppstiganini, vil vera at gera eitt gott og grundigt kanningararbeiði í sambandi við møguleikarnar fyri víðariútbúgving við tí prógvi ætlanin er at lesandi frá Vh skulu fáa. Og um neyðugt verður at ”supplera” onkrar lærugreinar, fyri at sleppa víðari innan verkfrøði, so at fáa gjørt onkra smidliga skipan. So latið okkum stremba eftir at gera tað sum er gott enn betri - at maskinmeistaraútbúgvingin skal blíva enn betri.
Viðvíkjandi flyting av maritimu útbúgvingunum, haldi eg ikki at útbúgvingar skulu flytast av Vh í Tórshavn. Mín grundgeving er at Tórshavn er meiri sentralt, og eisini at tað snýr seg um nøkur fá ár man lesur, og tá er tað eisini meiri spennandi fyri tey lesandi, um staðið liggur sentralt. Tað hevði eisini verið nógv truplari hjá suðuroyingum at ferðast í vikuskiftunum. Sjálvur komi eg úr Vági, so jú eg veit væl hvat tað er at ynskja sær nakrar almennar stovnar úr miðstaðarøkinum.
Eg havi als onki ímóti Klaksvíkini, tvørturímóti. Eg haldi ikki at nakrir av teimum stovnum, ið liggja í Klaksvík, skulu flytast ella niðurleggjast. Sum eg skilji er Sjómansskúlin í Klaksvík ein vælkoyrandi skúli, so hví ikki bara lata skúlarnar vera sum teir eru í dag? Jú, kanska eru nakrar fáar krónur at spara, men tær munnu helst vera sera, sera fáar; so vónandi fer samanleggingarbylgjan at leggja seg skjótt. Og fyri at lúka krøvini at sleppa inn á Vh til skipsførara, kundu tey á sjómansskúlanum í Klaksvík bara undirvíst eitt sindur meiri í støddfrøði, alisfrøði og teimum neyðugu lærugreinunum. Innan virkisstýring verður ofta tosað um at ein skal gera tað ein er góður til. Vandin við einum maritimum depli kann blíva at tann stovnurin skal fevna um so nógv at fokusi kann fara av teimum týdningarmiklu og teknisku lærugreinunum.
At snakka um bæði at bjóða verandi útbúgving út samstundis sum farið verður undir eina bachelorútbúgving, haldi eg er heilt burturvið. Sum sagt er tað bara ein spurningur um tíð til fólk hava vant seg við, at tað tekur trý og eitt hálvt ár at útbúgva seg til maskinmeistara ella skipsførara. Í staðin fyri at vilja
Keypmannahavn 16. Mars 2011
Lesarabræv
hava tvær útbúgvingar, so latið okkum heldur vera framsøkin og royna at savna bestu undirvísararnar á Vh soleiðis at vit kunnu útbúgva teir bestu maskinmeistararnar og skipsførararnar. Í staðin fyri at køva hugin hjá ungum við at siga at nú fer tað at taka so og so langa tíð, so latið okkum heldur uppmuntrað tey til at grava seg í bøkurnar og undirvísingina hesi 3,5 árini.
Eg veit væl at tað ikki eru øll ið søkja inn ið hava hug til eina langa útbúgving, nøkur hava hug til at blíva antin maskinist ella skipari. Sjálvandi skulu tey eisini hava møguleika fyri tí.
Nú nøkur ár aftaná, hevði verið áhugavert at hoyrt eina fakliga og sakliga eftirmeting av samanleggingini av Maskinmeistaraskúlanum og Sjómansskúlanum. Eg byrjaði á Vh stutt eftir at samanleggningin var framd. Tað keðiligasta við tí samanleggingini var avgjørt, at maskinmeistaraflokkarnir skuldu flyta úr bygninginum Undir Krákugjógv, ið hevði báði sera góð undirvísnigarhølir og royndarstovur. Hetta gjørdist eisini ópraktiskt tá royndarstovurnar skuldu brúkast. Eg eri als ikki ímóti hugsanini um Vh, men tá hølisviðurskiftini ikki vóru optimal til samanleggingina, so er tað ivasamt um tað var rætt. Tað hevði bara verið áhugavert at hoyrt eina eftirmeting.
Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram, at maskinmeistaraútbúgvingin í Føroyum er góð. Tí taki eg fult og heilt undir við, men latið okkum ikki vera bangin fyri at gera hana enn betri. Eg haldi at maskinmeistaraútbúgvingin hevur liðið nóg nógv undir tí stríði, ið hevur verið. Latið okkum tí hyggja frameftir og hava sum mál, at maskinmeistararnir, ið lesa á Vh, skulu vera millum teir, ið eru tekniskt best fyri. Latið ikki politisku visiónirnar og lokalpolitikkin liggja í vegin fyri at gera nakrar góðar útbúgvingar enn betri. Roynið heldur at gera Vh til ein enn betri og sterkari útbúgvingarstovn. Og ansið eftir ikki at køva hugin hjá teimum ungu at nema sær hægri útbúgving.
Keypmannahavn 16. Mars 2011