Maskinmeistarar fara á aðalfund

Jóan Petur Patursson og John Højsted hava boðað frá, at teir lata seg stilla uppaftur til nevndarval.

Maskinmeistarafelagið fer at hava ársaðalfund leygardagin hin 8. mars klokkan 14 á Parnassinum á Hotel Hafnia. Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og her verður eitt nú val av nevndarlimum og tiltakslimum á skránni.

 

Jóan Petur Patursson og John Højsted, sum báðir eru í nevnd felagsins og sum á aðalfundinum standa fyri vali, hava boðað frá, at teir lata seg stilla uppaftur. 

 

Eykalimirnir í nevndini, sum eru Jákup Jacobsen og Sam Wang, standa eisini fyri vali á aðalfundinum. Skipanin er hon, at eykalimir standa fyri vali á hvørjum aðalfundi.

 

Formaður felagsins seinnu árini, Páll Hansen, stendur ikki fyri vali fyrr enn á aðalfundinum um eitt ár. Í mars 2012 samtykti felagið, at formansstarvið er fulltíðarstarv, og samstundis varð hvørt skeið hjá formanninum sett til trý ár í staðin fyri tvey ár.

 

Páll Hansen sigur við in.fo, at høvi er hjá limum felagsins at stilla upp til nevndarval á sjálvum aðalfundinum. Hinvegin skulu møgulig uppdskot til aðalfundin vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

 

Formaðurin vísir á, at árið í fjør var strævið, tá ræður um samráðingar, tí umframt samráðingar við reiðarar, vórðu eisini allir almennir sáttmálar, sum fevna um limir felagsins, uppsagdir.

 

- Eg haldi, at vit soleiðis vóru við til 15 sáttmálasamráðingar í farna ári, sigur hann og vísir á, at nú verður arbeitt fram ímóti, at allir sáttmálar, sum manningarfeløgini hava við fskiskipavinnuna, skulu ganga út í senn, sigur Páll Hansen.