Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Maskinmeistararnir hava gjørt semju

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála

Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Fyrrapartin skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, undir semju um nýggjan sáttmála fyri tann sum gekk út 1. juni.

 

Semjan byggir á sama karm, sum bleiv lagdur, tá FAG og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu semju herfyri.

 

Lønarhækkingin er 3,80 % 1. juni 2022 og 4,04 % 1. juni 2023.

 

Harumframt eru aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er lønartalvan  longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt við tveimum døgum frá fimm niður í tríggjar dagar.

 

Nýggj áseting um eginavtalur er eisini við í semjuni.

 

Talan er sum sagt um ein tvey ára sáttmála, sum gongur fram til 1.juni 2024.

 

Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.