Hetta vikuskiftið verður maskottdagur í Maverick, umframt at Terji Rasmussen kemur at spæla. Hósdagin 24. januar klokkan 20 verður Pub Quiz og Super Quiz í cowboybarruni Maverick.
Fríggjakvøldið 25. januar verður Maskottdagur, har eitt navn skal finnast til maskottin hjá Maverick.
Ymisk góð tilboð verða eisini saman við fríum guitarspælið og karoke.
Besta navnið til maskottin fær eitt spæl av Talent frá Maverick.
Leygarkvøldið 26. januar verður live tónleikur við Terja Rasmussen, sum áður hevur fingið serstakiliga góða móttøku frá kundunum hjá Maverick.
mynd: Maskotturin hjá Maverick