Massa aftur skjótastur

Sepang breytin í Malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur, er hetta vikuskiftið karmur um ársins aðru formil 1 koyring. Í báðum venjingunum í morgun hevur Ferrari bilurin hjá Felipe Massa verið tann fremsti bilurin.

 

Liðfelagin Kimi Räikkönen var eisini vælkoyrandi, og tað var ikki fyrr enn í allar síðstu løtu, at Renault bilarnir hjá Fisichella og Kovalainen fingu kroyst seg inn millum Ferrari bilarnar. Kimi Räikkönen gramdi seg eftir koyringina um, at bilur hansara hevði eitt sindur av trupulleikum, og at dekkini ikki riggaðu optimalt.

 

Williams bilarnir vístu á 5. og 6., at góða úrslitið seinast ikki var hepni, men at bilurin veruliga er góður í ár.

 

At Massa er verdur at halda eyga við vísti upphitingin til kappingarárið eisini, og aftur í venjingunum áðrenn avstralsku formil 1 koyringina vísti Massa vegin. Ein sera óheppin tíðarkoyring og koyring, oyðiløgdu hansara møguleikar ta ferðina. Hetta gav liðfelaga hansara Kimi Räikkönen møguleika at vinna sannførandi.

 

1 Felipe Massa ? Ferrari 1:35.780

2 Giancarlo Fisichella - Renault 1:35.910

3 Heikki Kovalainen - Renault 1:36.106

4 Kimi Räikkönen ? Ferrari 1:36.160

5 Nico Rosberg - Williams-Toyota 1:36.523

6 Alexander Wurz - Williams-Toyota 1:36.621

7 Robert Kubica ? BMW 1:36.717

8 Ralf Schumacher ? Toyota 1:36.760

9 Lewis Hamilton - McLaren-Mercedes 1:36.797

10 Nick Heidfeld ? BMW 1:36.862

11 Mark Webber - Red Bull-Renault 1:36.906

12 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes 1:37.041

13 David Coulthard - Red Bull-Renault 1:37.203

14 Takuma Sato - Super Aguri-Honda 1:37.282

15 Jenson Button ? Honda 1:37.578

16 Jarno Trulli ? Toyota 1:37.712

17 Vitantonio Liuzzi - STR-Ferrari 1:37.855

18 Anthony Davidson - Super Aguri-Honda 1:38.334

19 Adrian Sutil - Spyker-Ferrari 1:38.419

20 Scott Speed - STR-Ferrari 1:38.650

21 Rubens Barrichello - Honda 1:38.713

22 Christijan Albers - Spyker-Ferrari 1:39.807