Sigur tú Olsen-banden, Huset på Christianshavn, Midt om Natten og Matador, so er ein felagsnevnari. Erik Balling.
Erik Balling er danski filmstjórin, ið eigur heiðurin av størstu filmum og sjónvarpsrøðum í danskari filmsøgu. Síðani fimmtiárini hevur hann fingist við at gera film.
Hann hevur fleiri ferðir verið við til at leggja gøturnar manntómar, t. d. við Huset på Christianshavn og Matador.
Olsenbanden, sum Balling gjørdi saman við Henning Bahs, kenna tey flestu. Vinmenninir Balling og Bahs skapaðu saman fleiri ætlanir. Ein teirra Olsenbanden, men Bahs var eisini við á øðrum pletskotum. Í Olsenbanden hugnaðu teir sær við at finna uppá alt møguligt og ómøguligt. Og hetta skuldi helst henda við so fáum og einføldum lutum, sum gjørligt. Hetta varð síðani kókað nirður til legendarisku ætlanina hjá Egon Olsen.
Um Matador skrivar prestasonurin Erik Balling m. a. í endurminningum sínum, ið kallast »Som barn var jeg voldsomt hidsig«, at Matador var ein hættislig ætlan hjá Nordisk Film. Erik Balling visti, at Lise Nørgaard hevði hugskot til okkurt, sum hon gekk og hugsaði um. Hann spurdi, um hetta kanska kundi nýtast sum tilfar til sjónvarpsrøð. Hon játtaði og seinni kom hon við úrslitinum. At byrja við vóru seks partar.
Balling sá tó skjótt, at bert í fyrsta partinum var tilfar til minst seks partar. Hetta, tá farið var í smálutir við søguni um Mads Andersen Skjern, sum setir seg niður í Korsebæk. Lise Nørgaard var við upp á hugskotið og fór í holt við handritið útfrá hesum hugsanum, sum seinni vístu seg at halda.
Nærum øll fíggjarætlanin hetta árið fór til ætlanina. Veruleikin er eisini, at við bert seks pørtum av Matador, hevði úrsitð verið eitt undirskot hjá Nordisk Film.
Danmark varð koyrt upp og niður, fyri at finna eitt stað, ið kundi nýtast til Korsebæk. Endin var, at semja var um at byggja týðandi partin av Korsebæk, gøtuna, á eitt ónýtt stað aftanvert upptøkuhølini í Valby.
Í bókini greiðir Balling frá, hvussu arbeitt varð við Matador. Frá tíðliga á morgni og allan dag. Sjónleikararnir høvdu jú eisini síni størv á leikhúsunum á kvøldi.men Balling metir, at so áhugavert var at starvast við Matador, at hóast strævið, so møttu øll frísk og væl uppløgd hvønn morgun.
Heldur tronga byrjanin gjørdi, at tað var eitt spent filmslið, ið fylgdi við, tá Matador fór í luftina fyrstu ferð á heysti í 1978.
Og Balling greiðir frá, at gleðin var stór, tá tað var greitt, at tað einaferð enn var eydnast at leggja gøturnar manntómar og halda dønum heima við sjónvørpini.
Kelda: Som barn var jeg voldsomt hidsig, Endurminningar. Erik Balling