Matlist á Hotel Føroyum

Seks av fremstu kokkunum í ríkinum standa fyri matinum, tá gastronomiskt kvøld verður á Hotel Føroyum sunnukvøldið Teir seks stjørnukokkarnir, sum vitja, fara at borðreiða við hvør sínum rætti til gestirnar.

Talan er í flestu førum um føroyskar rávørur, og tiltakið er ætlað sum sonevnt fund-raising, har peningurin fer í grunn, sum skal stimbra norðurlendskari matlist. Millum annað við at veita stuðul til kokkar, sum vilja nema sær víðari menning innan yrkið.

Eisini fáa tveir føroyskir kokkar høvi at arbeiða í eina viku saman við hvørjum av hesum seks kokkunum, og er tað tá grunnurin, sum rindar ferð og uppihald hjá føroysku kokkunum.

Tiltakið á Hotel Føroyum er alment, og byrjað verður klokkan 18.