Í februar fór Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu í holt við verkætlanina Matvinir, ið serliga er ætla eldri fólkum, ið eru einsom.
Matvinirnir hava nú vitjað í eina tíð, og til ber longu nú at staðfesta, at bæði matvinir og vertir fáa nakað gleðiligt burtur úr vitjanunum.
- Eldraráðið í Tórshavnar kommunu gjørdi eina tørvs- og trivnaðarkanning 2014, sum staðfesti, at 25 prosent av fólki 60-75 ár kundu hugsað sær ein matvin. Undirtøkan er góð, tað er lætt at finna sjálvbodnar matvinir, og søgur, sum vit hoyra frá fólki eru ótrúliga lívsjáttandi, sigur Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini.
Ein matvinur er sum ein vitjunarvinur. Matvinurin er ein sjálvboðin persónur, sum vitjar eina ferð um vikuna. Endamálið er at eta eina máltíð saman við einum persóni, sum býr heima og ikki hevur nakran at eta saman við.
Í fyrstu atløgu er talan um verkætlan fram til august 2016. Síðani verður hon eftirmett, og støða verður síðani tikin til, um talan verður um eitt fast tilboð.