Bilaleigufyritøkan hjá Flogfelag Føroya ”62ºN car rental” (HERTZ Føroyar) hevur fyrireikað seg væl til summarsesongina við at keypa 13 spildurnýggjar leigubilar, soleiðis at teir nú hava 39 leigubilar at ráða yvir í hesi sesongini
Bilarnir eru keyptir frá Bilasøluni í Hoyvík og frá Auto Service. Talan er um sjey Mazda bilar frá Bilasøluni av ávikavist Mazda2, Mazda3 og Mazda5. Frá Auto Service vórðu keyptir seks Peugeot-bilar av modellunum Peugeot 207 og 307. ”62ºN car rental” hevur nú 39 leigubilar at ráða yvir.
Við hava síðan síðst í 90-unum havt samstarvsavtalu við Hertz Europe Ltd., soleiðis at vit skulu liva upp tey kvalitetskrøv, teir seta. Við at keypa hesar 13 nýggju bilarnar er miðalaldurin fyri allar okkara leigubilar undir 11 mánaðir, so vit eru væl fyri við sera góðum bilum nú sesongin byrjar, sigur Kent L. Christensen, stjóri á Flogfelag Føroya.