Mazda3: Hatchback og sedan sama til prís

Mazda3, sum enn ikki er komin á evropeiska marknaðin, er longu her hjá okkum bæði sum hatchback og sum sedan. Koyrieginleikarnir og kvaliteturin á bilinum eru á sera høgum støði

Tað at Mazda verða innfluttir beinleiðis til Føroya, hevur við sær at teir ofta eru her hjá okkum, áðrenn teir koma á evropeiska marknaðin. Eisini fáast teir í fleiri øðrum útgávum, sum t.d. nú Mazda3 eru komnir bæði sum hatcback og sedan, ið báðir eisini fáast í Sport útgávuni við t.d. xenonlyktum, regnsensorum og 17" alufelgum. Hvat útgerð viðvíkur fáast teir í útgávunum LX, GLX og Sport.
Allar útgávurnar hava 6 airbag sum standard og aktivar nakkapútur, sum stuðla høvdinum væl, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá. Bilurin bilurin hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir.
Mazda leggja seg eftir at gera familjubilar við sportligum designi og koyrieginleikum.
Mazda3 hevur fingið avbera góð ummælir allastaðni, og bleiv hann valdur til Ársins bil í Danmark, áðrenn hann er komin á danska marknaðin. Grundgevingarnar fyri at Mazda3 bleiv ársins bilur í Danmark eru fleiri, sum t.d. at hann hevur smart design, sera góðar koyrieginleikar og umfatandi trygdarútgerð.

Sedan og hatchback sama prís

Bilurin er nýggjur bæði uttan og innan og hevur lítið og einki við forgangarin, Mazda 323, at gera. Koyrieginleikarnir eru góðir og sportligir, bilurin liggur væl á vegnum og koyrir sum ein dreymur í svingum. Undirvognurin er nýggjur við einum framkomnum "multilink" upphangi aftan, sum ger sítt til góðu koyrieginleikarnar.
Bilførarin situr væl í bilinum, og setrini í øllum útgávunum eru eins góð at sita í. Instrumentborðið er nakað fyri seg við trimum trakt-formaðum instrumentum framman fyri bilføraran. Kvaliteturin á bilinum er á høgum støði, tað merkist allan vegin ígjøgnum.
Eingin prísmunur er á sedan og hatchback, teir kosta tað sama í øllum útgávunum.
Tveir motorar eru at velja ímillum, teir eru 1,6i við 105 hk og 2,0i við 150 hk. Sport fæst tó bert sum 2,0 við 150 hk. Komandi ár fæst Mazda3 við common-rail dieselmotori.
Frá Berg Motors verður sagt, at fyrsti Mazda3 bleiv seldur til Vágs, og hetta var fyrsti Mazda3, sum varð seldur í Evropa.

..

Mazda3 1,6i LX hatchback

Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin 105 hk

0-100 hk11,0 sek

Bensinnýtsla13,9 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd442,0 cm
Breidd176,0 cm
Hædd147,0 cm
Eginvekt1100 kg
Viðførisrúm300 litrar

Prísurkr. 176.700,-

SøluumboðBerg Motors
Staravegur 1-2
FO-110 Tórshavn
Tel. 313535





Myndatekstur: