Ferðin er komin í lag gjøgnum Kára á Prestrøðni, formann í MB og samstarv í kappingini “ Football Festival” í Aarhus, har MB vanliga luttekur við einum dreingjaliði. Ein kapping, sum verður í juli mánað í ár. MB hevur luttikið síðani 2004 í “Football Festival”, sum er ein stór altjóða fótbóltsstevna við umleið 130 feløgum.
Umframt útferðir í Havn, Eysturoynni og í Vágunum, spælur liðið 3 dystir á ferðini. Hesir verða móti NSÍ, B36 og einum samansettum liði hjá SÍ og MB.