Mbappe kann gerast søguligur HM-toppskjútti 27 ára gamal

Søguliga HM-toppskjúttin, Miroslav Klose má helst víkja sætið í 2026

Til komandi HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada í 2026 verður Kylian Mbappe 27 ára gamal.

 

Bert 23 ára gamli Mbappe hevur í bert tveimum HM-endaspølum skorað heili 12 mál fyri Frakland. 

 

Hetta gevur Mbappe eitt sætta pláss á søguliga toppskjúttalistanum saman við Pelé.

 

Mbappe er nú fýra mál frá at taka metið frá týska, Miroslav Klose, og tað er ikki ósannlíkt, at ein 27 ára gamal Kylian Mbappe kann taka metið frá Klose í 2026. 

 

Fremstu málskjúttarnir í HM-søguni:

 

1. Miroslav Klose, Týskland, 16 mál

 

2. Ronaldo, Brasil, 15 mál

 

3. Gerd Müller, Vesturtýskland, 14 mál

 

4. Just Fontaine, Frakland, 13 mál

 

4. Lionel Messi, Argentina, 13 mál

 

6. Pelé, Brasil, 12 mál

 

6. Kylian Mbappé, Frakland, 12 mál