Svøríki hevði lítið at bjóða sterka franska liðnum, sum frá fyrsta bríksli hevði tamarhald á dystinum.
Kylian Mbappé var stóra stjørnan. Hann skoraði tvey mál, meðan Bradley Barcola legði eitt aftrat, og harvið vann Frakland tryggan 3-0 sigur.
Við báðum málunum er Mbappé nú uppi á seks málum í hesum HM-endaspælinum. Tað ger hann til toppskjútta saman við Lionel Messi.
Samstundis nærkast fraklendingurin metinum hjá Messi fyri flest HM-mál. Messi hevur skorað 19 HM-mál í 29 dystum, meðan Mbappé nú hevur 18 mál í bert 18 HM-dystum.
Frakland hevði fleiri stórar málmøguleikar undan steðginum. Mbappé fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu og rakti eisini stongina, meðan Michael Olise var nær við at skora eitt framúr vakurt saksaspark.
Beint undan hálvleiki eydnaðist tó Mbappé at leggja Frakland á odda, tá hann við skjótum fintum í brotsteiginum spældi seg leysan og sendi bóltin í handara málhorn.
Eftir steðgin helt franska yvirvágin fram. Í 53. minutti økti Bradley Barcola til 2-0, og við einum korteri eftir at spæla staðfesti Mbappé sigurin, tá hann eftir upplegg frá Michael Olise smekkaði bóltin í netið til 3-0.
Frakland hevði møguleikar at vinna enn størri, men Svøríki slapp undan einum uppaftur størri tapi.
Í áttandapartsfinaluni skal Frakland nú spæla móti Paraguay.
/Ritzau/











