Mótmæli
Hvørt ár á jólum letur onkur deild á Landsjúkrahúsinum aftur. Hetta kemst av vantandi arbeiðsorku og er hetta eisini ein liður í starvsfólkapolitikkinum.
? Vit halda ikki, at tað er rætt, at deildir lata aftur, sigur Doris Hansen, formaður í MBF.
? Myndugleikararnir vilja ikki játta meira pening til at seta fleiri fólk, men í síðsta enda kostar tað nógv meira at lata eina deild aftur enn at seta nýtt fólk í starv.
Tá deildin letur aftur, verða sjúklingarnir, ið har liggja sendir út í eystur og vestur. Nakrir verða lagdir inn á eina aðra deild, og teimum sum ikki er pláss fyri, verða sendir heimaftur til familju og avvarðandi. Tað sigur seg næstan sjálvt, at sjúklingarnir, sum eru mitt í eini viðgerð fara aftur, tá viðgerðin verður avbrotin á henda hátt.
? Tá teir verða sendir á eina aðra deild, so eru persónarnir, sum dagliga fáast við sjúklingarnar ikki longur rundan um teir, og hetta ger at fólkið, sum teir hava álit á er burtur, greiðir Doris Hansen frá.
? Nógv av teimum, sum verða send heim, klára ikki at vera heima á jólum. Óteljandi dømi eru um, at tey fáa tað verri tá tey fara heim, og er hetta eitt stórt afturstig í viðgerðini. Um tey kenna seg einsamøll, so kenna tey so ofta uppaftur meira einsamøll tá tey verða send heim. Ella um tey eru deprimeraði, so verða tey ofta meira deprimeraði, tí tey sum familjulimir ikki rættiliga megna at liva upp til tær væntanir, ið verða settar teimum, sum til dømis at skapa hugna og annað.
Ov nógv avspáking
Alt ov fá fólk arbeiða á psykiatrisku deild, og hetta ger, at starvsfólkið, sum longu er har, arbeiðir nógva yvirtíð. Tískil verður teimum nógv avspáking til góðar og skal hetta alt avgreiðast innan árið er liðugt. Tí noyðist deildin at lata aftur.
Um myndugleikarnir høvdu játtað meira pening til starvsfólkasetan, so høvdu fleiri pengar verið spardir í síðsta enda. Tá deildirnar verða stongdar, so veit man, at sjúklingarnir fáa tørv á fleiri tímum, og er tað ein líknandi trupulleiki, sum hevur stungið seg upp á deild 6 í løtuni. Starvsfólkatalið verður minkað, og arbeiðið til tey, ið eru eftir veksur. Ov fá fólk og ov stór arbeiðsbyrða botnar í, at starvsfólkini verða overvað.
Teir hægru myndugleikarnir, tað vil siga læknar og sjúkrasystrar á deildunum, taka undir við mótmælinum hjá MBF.
Gera metingar
Í skrivinum til Sámal Petur í Grund heitir MBF um at gera nakrar metingar av, hvussu nógv tað í veruleikanum kostar at lata deildirnar aftur. Eisini vilja tey vita, hvussu nógv tað kostar í afturstigum hjá sjúklingum, sum eru innløgd fyri at fáa viðgerð. Tann peningur, ið verður spardur við at lata deildina aftur, verður nýttur fleiri ferðir umaftur við yvirtíðargjaldi árið eftir fyri at rætta "skaðan" uppaftur.
MPF umboðar í hesum sambandi 22 av limafeløgum sínum. Tey vilja als ikki góðtaka, at deildir lata aftur, og halda, at hetta er ógvuliga illa umhugsað av myndugleikunum.
Skrivið varð sent landstýrismanninum í síðstu viku, men enn hevur MBF ikki fingið nakra svar uppá mótmælið.