McCain semjusøkjandi

John McCain bleiv í nátt formliga tilnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum í USA Tað var ein semjusøkjandi John McCain, sum var á røðarapallinum hjá republikanska flokkinum í nátt. Hann segði, at valstríðið upp undir forsetavalið í novembur verður hart, og hann rósti sínum mótparti.

-Tað, sum sameinir okkum báðar, er sterkari enn tað, sum spjaðir okkum. Vit eru báðir amerikanarar, og fyri mær er tað tað týdningarmesta, segði McCain.

Hann legði afturat, at verður hann forseti, fer hann at samarbeiða við demokratarnar.