Meðan vit bíða

Eftir at býráðsvalið verður tann 21. november, lat okkum so líta eitt sindur aftur um bak.

Ása Olsen,

valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreym



Somu politikarir, ið í dag fylla bløðini við alskyns vallyftum til komandi býráðsval, gjørdu tað sama bæði í 1992 og í 1996. Hvat hevur so forða teimum hesi árini í at halda givin lyftir, tá ið teir enn einaferð mugu útaftur til veljaran við somu patentloysnum.

Um vit hyggja at inntøkuni hjá kommununi hesi seinastu fýra árini, so kann ikki sigast annað enn, at vit hava havt uppgangstíðir við hægri og hægri inntøku á hvørjum ári. Tí er tað sera tankavekjandi at lesa, hvussu nógv boð uppá loysnir, sitandi býráðslimir skriva um í bløðunum, á barnaansingar- og eldra økinum, nú tað aftur stundar til býráðsval.

Tíverri strekkja hesi lyftir teir nú koma við neyvan longur, enn undanfarin valskeið, tí í roynd og veru er tað langt frá, at koma við boðum uppá hvussu tingini kunnu loysast, og í veruleikanum at loysa trupulleikarnar.

Kann vera at tað skuldi verið býráðsval oftari, tí tað tykist sum tað fær allar sitandi býráðslimir til at leggja høvdið í blot, fyri at vísa á loysnir, ið nøkta tørvin, so møguliga ein ikki bert hevur boð uppá, hvussu tingini skulu gerast í skrift, men í verki.