Mega-troyggja til 12. mann

Nýggjasta átakið hjá føroyska 12. manninum er ein risa landsliðstroyggja, sum skal vísast fram, tá altjóða dystir eru á skránni

12. maður

Tá viðhaldsfólkini hjá Milan, Barcelona og øðrum stórfeløgum kunnu hava risa bannarar við felagslitunum á, hví skulu føroyskir fótbóltsáskoðarar so ikki kunna hava nakað líknandi?
Hetta tykist vera hugburðurin, nú føroyski 12. maðurin hevur fingið eina rimmar landsliðstroyggju, sum skal nýtast, tá landsliðið spælir fótbóltsdyst.
Tað er annar av høðvusstuðlunum hjá fótbóltslandsliðnum Føroya Banki, sum hevur latið blusuna til 12. mann.
Ætlanin er, at 12. Maður skal hava blusuna við til dystirnar í framtíðini. Fyrstu ferð verður á Svangaskarði nú leygardagin, og eisini verður hon brúkt, tá stórdysturin móti Írlandi verður á skránni komandi mikudag.
Enn hevur áskoðarafelagið ikki gjørt av júst hvussu hon skal nýtast, men tað eru nógvir møguleikar. Hon er sera stór, og tekur nógv pláss um hon skal hanga uppi ella liggja.