Megnarprísurin er virðisløn ið verður í samband við íverksetaratiltakið ‘Kvinnur Megna!’, sum Íverksetarhúsið og Kvinna standa fyri.
Joan Petri Olsen er stovnari og eigari av Petri Tannklinikk í Tórshavn
Á tiltainum varð serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, og seks vinnulívskvinnur úr Føroyum søgdu frá teirra royndum á íverksetaraøkinum.
Hetta er annað árið á ráð at Kvinna og Íverksetarahúsið lata viðurkennning til eina kvinnu sum hevur klárað seg væl sum íverkseti. Um megnarkvinnuna
segði blaðstjórðin á Kvinnu millum annað:
“Lýst var eftir tilnevningum og komu fleiri sera góð boð uppá kvinnur ið hava uppiborið henda heiður. Nevndin hevur valt ímillum tey innsendu uppskotini og er komin til eina avgerð.
Viðkomandi fær, út yvir heiðurin, eitt árshald av Kvinnu, skreytblað og eina heiðursløn sum Guðrið Poulsen, Leirlist, hevur gjørt. Heiðurslønin avmyndar ein húsaskulptur. Húsið er eitt symbol uppá hin einstaka, og konstruktiónin, er ímyndin av tí vit royna at byggja upp, konstruera í yvirførdum týdningi. Húsið sær kanska skroypiligt út, men.. tað heldur! Konstruktiónin strembar upp eftir, er í ger og kann vaksa til allar síðir.
Megnarkvinnan 2014 er ein fyrimynd og ein vegvísari fyri aðrar kvinnuligar íverksetarar.
Megnarkvinnan hevur útyvir at seta á stovn egna fyritøku sum í dag hevur 10 starvsfólk, kunnað víst á góð úrslit á hvørjum ári samstundis sum stórar íløgur loypandi eru og verða gjørdar!
Harumframt hevur hon uppá stutta tíð, syrgt fyri at ikki bara hennara fyritøka men øll vinnugreinin hon er í, er vorðin munandi meira sjónlig og nærverandi í samfelagnum. Hon hevur víst nýhugsan innan økið hon starvast í, við betri og lættari atkomuligari tænastu og hevur eisini á tann hátt verið ein íblástur.
Alt hetta hevur hon megnað við fýra børnum harav 3 komu til verðina áðrenn loknan lestur.
Nevndin hevur einmælt samtykt at Megnarprísurin 2014 skal fara til Joan Petri Olsen.”