Mein Kampf aftur at fáa

1. januar verður Mein Kampf eftir Adolf Hitler aftur at fáa í týskum bókhandlum.

 

Tað eru 70 ár síðani bókin seinast var til sølu í Týsklandi, men nýggjársaftan gongur upphavsrætturin til bókina út og longu nú verður arbeitt við eini nýggjari útgávu.

 

Tað er instituttið fyri samtíðarsøgu í München, sum hevur valt at geva bókina út av nýggjum, men hesa ferð við hópin av viðmerkingum frá søgufrøðingum við síðunar av upprunatekstinum hjá Adolfi Hitler.

 

Ikki øll eru líka bergtikin av nýggu útgávuni. Charlotte Knobloch, sum sjálv yvirlivdi Holocaust og er ein av leiðarunum í jødiska samfelagnum í München, óttast ein vaksandi áhuga fyri upprunatekstinum. Hon óttast, at søgufrøðingarnir ikki megna at vísa bókini aftur í nóg stóran mun.

- Trupulleikin er, at bókin enn kann hava eina stóra ávirkan tí kjarnuhugskotini eru tíðarleys: ultranasjonalisma og rasisma, sigur hon við tíðindastovuna AFP.

 

Adolf Hitler skrivaði lívsverk sítt Mein Kampf í 1924, fyrra partin, meðan hann sat fongslaður fyri sína luttøku í ølkjallarakvettroyndini. Hann varð dømdur fimm ára fongsulsrevsing, men var leyslatin longu eftir einum ári. Seinni parturin av Mein Kampf er skrivaður beint eftir leyslatingina.