Mein Kampf kemur út í Týsklandi

Gongst sum ætlað, fáa týskarar skjótt eina nýggja útgávu av bókini Mein Kampf, sum Adolt Hitler skrivaði.

Hitler skrivaði Mein Kampf í árunum 1925 og 1926. Í bókini lýsti hann sínar hugsjónir um framtíð Týsklands, eina nýskipan av heimssamfelagnum, jødahatur og tað ariska fólkið sum omanfyri øll onnur fólk.

Bretski forleggjarin Peter McGee ætlar at geva bókina út trimum umførum í 100.000 eintøkum. Tann fyrsti parturin, sum verður knappar 15 síður, kemur í bókabúðirnar tann 26. januar. Á permuni er mynd av Adolf Hitler saman við orðunum "Tann ólisna bókin".

Fyri tveimum árum síðani gav Peter McGee út avrit av nazistablaðnum Der Angriff og Völkischer Beobachter, men teir týsku myndugleikarnir løgdu hald á upplagið.