Meinhard E. Olsen til B36

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við B36-formannin, Rúna Herup Olsen fyri løtu síðani

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við formannin í B36, Rúna Herup Olsen fyri løtu síðani.

 

Í samrøðuni kunngjørdi Rúni Herup Olsen, at Meinhard E. Olsen, sum er vaksin upp í NSÍ, og sum hevur roynt seg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við Vendsyssel FF verður partur av hópinum hjá B36 tað, sum eftir er av kappingarárinum.

 

Rúni Herup Olsen greiðir eisini frá, at B36 og Philip Lund skiljast í øllum góðum.