Meinhard skoraði sigursmálið móti liðnum hjá Gullbrandi

Mjøndalen vann á Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

Á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes tók heimaliðið, Sandnes ULF móti Mjøndalen. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Mjøndalen.

Meinhard Egilsson Olsen, ið byrjaði inni hjá Mjøndalen skoraði sigursmálið til 3-2 í 73. minutti. Talan er um fjórða málið hjá Meinhardi í næstbestu norsku deildini hetta kappingarárið.

Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin fyri Sandnes.

Erik Brenden legði Mjøndalen á odda longu í fjórða minutti. Beint undan hálva tímanum javnaði Tommy Høiland til 1-1. Tá 11 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki legði 

Herman Kleppa Sandnes á odda 2-1. Sjey minuttir seinni javnaði Erik Brenden til 2-2. Meinhard legði upp til hetta málið.

10 minuttir seinni skoraði Meinhard Egilsson Olsen sigursmálið fyri Mjøndalen. Mathias Bringaker legði upp til sigursmálið hjá Meinhardi. 

Mjøndalen er nummar 12 í deildini við 14 stigum. Sandnes er næstaftast í deildini við níggju stigum, og liggur sostatt á einum niðurflytingarplássi.

Komandi sunnudag klokkan 16 tekur Mjøndalen móti Egersund á heimavølli. Somu tíð spælir Sandnes á útivølli í Oslo móti Vålerenga.