Meinhard tryggjaði Mjøndalen javnleik

Mjøndalen slapp úr Oslo við einum stigi

Meinhard E. Olsen gjørdist hetjan hjá Mjøndalen, ið spældi dyst móti Lyn Oslo á útivølli í kvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Lyn legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Lyn var leingi á sigurskós, men tá klokkan vísti 85 minuttir javnaði Meinhard til 1-1 aftaná eitt gott forarbeiðið hjá Mathias Bringaker.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og fekk Mjøndalen eitt stig við sær úr Oslo. 

 

Mjøndalen er nummar 12 í deildini við 10 stigum.

 

Í morgin klokkan 15 spælir liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF á útivølli móti Åsane. Somu klokkutíð spælir liðið hjá Noah Mneney móti Kongsvinger.

 

So er at vóna, at spælitíð verður til Gullbrand og Noah. Í seinasta umfarinum var einki at heinta.